B36 vann minnu steypakappingina

Sigrið Hansdóttir syrgdi fyri báðum málunum

Mynd: FSF

Kvinnurnar hjá B36 og Skála ÍF hava fyrr í dag spælt finaluna í minnu steypakappingini á Tórsvølli.

 

Tað eydnaðist B36 at vinna finaluna 2-0. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.

 

Sigrið Hansdóttir skoraði bæði málini hjá B36 í seinna hálvleiki.

 

Klokkan 19 spæla KÍ og HB høvuðs-steypafinaluna hjá kvinnum á Tórsvølli. 

 

Mynd: FSF