Eimskip tekur land í Føroyum

Eimskip hevur rættiliga fingið fótin fastan í Føroyum og fer nú bæði undir nýggja rutu og at byggja høvuðsstøð í Havn

Ætlanirnar hjá Íslendska skipafelagnum Eimskip um ferðafólkaflutning til og úr Føroyum standa við. Tað váttar stjórin Svavar Ottósson fyri Sosialinum.

Svavar Ottósson sigur, at arbeitt verður miðvíst við málinum. Men enn er tað tó bert á tekniborðinum, sum hann tekur til.

At DFDS skal vera við í ætlanunum vil hann ikki siga. Hann sigur, at tað má vera onkur misskiljing, at hann fyrr er endurgivin fyri at siga, at DFDS var eitt av feløgunum, sum eru við í ætlanini.

Svavar Ottósson sigur, at síðan Sosialurin skrivaði um málið á fyrsta sinni, eru nógvar viðmerkingar komnar til Eimskip í Føroyum. Bæði hiðani og uttanlands.

Og tær allarflestu hava verið positivar. Onkur hendinga hevur verið atfinningarsom.

Men serliga frá føroyska vinnulívinum eru komnar positivar afturmeldingar, sigur Svavar Ottósson, stjóri í Eimskip í Føroyum.


Ivi um havnir

Tað er eitt sindur ringt at fáa nakran at siga, hvørjar havnir hetta nýggja ferðafólka- og farmaskipið fer at sigla til.

Hugsandi er, at í Føroyum verður tað Tórshavn.

Svavar Ottósson hevur fyrr nevnt, at Aberdeen er ein møguleiki. Eftir eru so Europeiska meginlandið og Ísland.

Hugsandi er, at onkur havn á jysku vesturstrondini er sjálvskrivað. Og har hevur Esbjerg góðar møguleikar, tá hugsað verður um ferjuflutning.

Hinvegin sigur Svavar Ottósson við Sosialin, at í Íslandi er Thorlákshøfn eitt áhugavert boð, uttan at siga, at tað verður tað.

Hinvegin frættir Sosialurin aðrar vegir, at arbeitt verður við at byggja havnina í júst Thorlákshøfn út, soleiðis at stórar ferjur kunnu brúka hana.

Og tað ljóðar ikki heilt óáhugavert.


Nýtt høvuðssæti

Annars arbeiðir Eimskip í Føroyum við øðrum ætlanum í løtuni.

Í nøkur ár hevur felagnum tørvað skrivstovuhøli. Og nú er komið har til, at Býráðið hevur játtað felagnum grundstykki.

Bygdur verður ein skrivstovubygningur Yviri við Strond, har sum Sersjantahúsini fyrr stóðu.

Svavar Ottósson sigur, at tað er partafelagið Eimskip í Føroyum, sum fer at byggja og eiga húsini. Bygningurin verður høvuðsstøð hjá felagnum. Har verða bert skrivstovur. Alt, sum hevur við farm og flutning at gera, verður framvegis á havnarlagnum.

At Eimskip fer at byggja skrivstovubygning í Føroyum merkir, at felagið ætlar at rótfesta seg her.

Føroyar liggja rímiliga væl fyri, tá hugsað verður um farmaflutning millum Europa og Ísland. Soleiðis at skilja, at lætt er at umskipa her.

Stóru skipini flyta farmin av meginlandinum og leggja upp her, meðan tey smærru koma úr Íslandi við sínum. Og so verður skift um.


Útflutningurin

Tá talan er um flutningsrutur úr og til Føroya, verður ofta hugsað um útflutning.

Og útflutningur Føroya er, sum kunnugt, at kalla bara fiskur.

Ein teirra, sum fyrr hevur verið frammi í samband við útflutningsrutur, er stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu, Páll Gregersen.

Hann vísti á, at tá Smyril gavst at sigla til Skotlands, versnaðu útflutningsmøguleikar okkara samsvarandi.

Í viðmerking til, at Eimskip nú ætlar at stovna nýggja skotlandsrutu, sigur Páll Gregersen, at skal hon gagna føroyska útflutninginum nakað, skal siglast fyrst í viku.

Í dag hava vit rutur, sum nøkta endan á vikuni til fulnar, sigur Páll Gregersen.

Men hann dylur ikki fyri, at hann fegin vildi havt eina fráferð týsdag.

Um tað verður veruleiki, er ivaleyst, at virkini, sum selja á bretska marknaðinum, fara at brúka hana.

Nevnt hevur verið í gitingum, at føroysk feløg eisini skulu vera við í hesi ætlanini, sum Eimskip er uppií. Gitt hevur so verið, at kanska Skipafelagið Føroyar er við.

Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, avsannar, at Skipafelagið nakrantíð hevur verið upp á tal.

Annars vil hann ongar viðmerkingar gera til málið.