Vági seinnapartin í dag. Reportari hjá FM1 suðuri í Vági var Petur Zachariassen. Sent var úr Miðlatúni í Vági. Tó var ein samrøða gjørd av Óla G. Samuelsen í studionum hjá FM1 í Krosslíð í Havn. Hon var við [...] við Teresu Kreutzmann, stjóra og eigara hjá Hotel Bakkanum í Vági. Teresa vónar at síggja enn fleiri føroyingar koma suður at vitja. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.
Føroyski luttakarin í Stjørna í eitt kvøld hevði eina góða framførslu, men hon var ikki nóg mikið til at koma víðari í kappingini Fríggjakvøldið var Jákup Lind Dam við í DR-sendingini Stjørna í eitt kvøld. Hann [...] »Talkin' about a Revolution«, og tað gekk væl hjá honum. Men Jákup kom ikki víðari í kappingini, tí tá ið trý tey fremstu í atkvøðugreiðsluni vórðu lisin upp, var hansara navn ikki millum teirra. Vinnari
um, sum koma til Føroya. Hann sigur, at tað er ein heimsumfatandi trupulleiki, sum ikki ávirkast yvirhøvur, um vit forða ferðamannaskipum at leggja at bryggju í Føroyum á veg millum ferðamál í Norðurhøvum [...] avmarkað talið á ferðafólkaskipum, sum koma til Føroya. Ein av grundgevingunum er, at tey dálka so illa, men hann heldur ikki, at tað er ein grundgeving, sum hevur hald í veruleikanum. Hann vísir á, at tað [...] samsvarar við tað vísindaliga tilfar, sum fyriliggur á økinum. Tað sigur Bárður Michelsen. Hann er í starvi hjá Tórshavnar Havn, men hesi sjónarmiðini standa kortini fyri hansara egnu rokning. Hann vísir
ársfjórðing í fjør, merkir hetta, at útreiðslurnar hjá vinnuni fara at hækka 50 milliónir krónur um árið. Samstundis skulu løntakarar rinda tað sama í hækkaðum avgjøldum. - Afturat hesum koma økt gjøld á [...] ávarar enn einaferð samgonguna ímóti at leggja avgjøld á vinnuna. Í farnu viku frættist tíðindi um, at lønargjaldingarnar seinasta ársfjórðing í fjør fóru upp um tvær milliardir fyri fyrstu ferð nakrantíð. [...] tinglýsing, er hækkað. - Tað er øllum greitt, at aftaná góðar tíðir, koma verri tíðir og tí hevur tað alstóran týdning, at vinnan fær styrkt seg í góðum tíðum. - Harumframt hevur tað líka stóran týdning, at f
Vestergaard, gjørdi. Men sjálvt um tíðin gongur og tað aftur verður nátt í Løgtinginum seinni í kvøld, so fer eitt álit at koma úr vinnunevndini. Politiskt er trupulleikin har, at andstøðan hevur meirlutan [...] út og vilja sleppa at gera fleiri kanningar í málinum. Í stuttum er talan um, at politiska telvingin hjá samgonguni ikki hevur eydnast serliga væl - hvørki í samgonguni ella mótvegis andstøðuni. Tí er [...] viðgera. Tað vísti seg skjótt, at uppboðssølan sum uppskotið legði upp til, ikki hevur fulla undirtøku í samgonguni. Kristin Vestergaard, Javnaðarflokkurin, gjørdi undir tingviðgerðini greitt, at hann ikki
Føroya Løgmaður skal koma við eini almennari fráboðan frá Føroya fólki um at vit fordøma harðrendu framferðina hjá IS í Miðeystri. Bjarni Djurholm hevur spurt løgmann um hann ætlaði at koma við eini almennari [...] hann á, at nógvar av kvinnununum í Løgtinginum brúka annars nógva orku upp á at tosa um javnstøðu ímillum kynini, og at javnstøða eigur at vera ein sjálvsagdur lutur í samfelagnum. - Men nú halda tær seg [...] almennari fráboðan vegna Føroya Fólk um at vit fordøma ræðuleikarnar, IS stendur fyri í Miðeystri. Løgmaður gjørdi greitt, at hóast hann sjálvur heldur, at framferðin er andstyggilig, er tað er tað Danmark,
var sjálvsagt í hásæti. - Ja, hvat skal man siga eina slíka løtu? Eg visti, at vit kundu ikki koma á mál við spælinum um miljónirnar, tí tøknin koksaði, og tøl byrjaðu at koma umaftur. Í Kvf-stovuni ert [...] tað hevur merkiliga lítið verið at sæð í sosialu miðlunum. Hinvegin, sigur hann, hevur onkur, sum hann hevur møtt, spurt um hendingina, og hvussu hann hevði tað í KvF-stovuni seinasta fríggjakvøld, tá eingin [...] ert tú mest sum einsamallur, og tí følir tú teg kanska ikki so trýstan í einari slíkari støðu. Jan Gardar heldur, at tað helst hevði verið truplari hjá honum, um hann skipaði fyri á einum stórum bingo.
Vit hava nú í skjótt tvey ár havt góðan fiskiskap eftir toski við línu og snellu. Fyri ta tíð høvdu vit í nógv ár sera vánaligan fiskiskap eftir toski. Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag. Tey vísa [...] gera fyri at koma hesum trupulleika til lívs. - Tað allar besta siga teir vera, at bátarnir royna at leggja seg eftir at fiska longur úti, har fiskurin sum heild er betri fyri. Um ikki, koma teir at reklamera [...] tó ikki verið so heilt galið. Men, fiskurin er bara blivin verri og verri fyri, og eftir gýtingina í vár er heilt galið. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at dømir hava verið um, at heili 60 prosent av
Ofta síggja vit at íverksetar koma frá degi til dags fram í almennu myndini við sínum avrikum. Men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri. Nýggja Startup Podcastið fortelur hesa [...] medistarapylsu. Í dag rekur hann saman við vinmanninum Brian Samson Polar Films, har teir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum kring landið. Hetta vann teimum heiðurin sum Ársins Íverksetar í 2016. – Eg havi [...] havi verið virkin í íverksetaraumhvørvinum í longri tíð. Eg havi skipað fyri eini røð av tiltøkum, og eg havi start-up tíðinadabrævið við stubbum og greinum, so podcastið var eitt natúrligt lop, segði Halgir
skal tað nokk koma, men betri tú spælir meiri hepni hevur tú eisini. Tað er sjáldsamt, at vit fáa nøkur ókeypis mál, men tað hava vit eisini brúk fyri, sigur Håkan Ericson. Føroyar skulu í annaðkvøld spæla [...] ið enda nummar tvey. Vinnarin sleppur til HM í Katar. Eysturríki hevur næstan mist vónina, hóast liðini eru áleið eins sterk. - Í tí stóra líkjast tey. Eysturríki setti okkum eisini undir eitt ávíst trýst [...] hevur eitt lag afturat í teirra trýsti og tí hava vit tosað um nakrar smálutir. Tá vit møta sterkari mótstøðu mugu vit spæla eitt sindur skjótariog eitt sindur neyvari, fyri at koma úr trýstinum. Tann partin