- Vit hava nú í skjótt tvey ár havt góðan fiskiskap eftir toski við línu og snellu. Fyri ta tíð høvdu vit í nógv ár sera vánaligan fiskiskap eftir toski.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag. Tey vísa á, at tað er komið sera væl við hjá teimum, sum fiska við línu, at nógvur fiskur hevur verið at fingið. - Fiskurin hevur verið nakað rak, men tað hevur tó ikki verið so heilt galið. Men, fiskurin er bara blivin verri og verri fyri, og eftir gýtingina í vár er heilt galið.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at dømir hava verið um, at heili 60 prosent av veiðini hjá onkrum útróðrarbáti hava verið slánar. - Talan er um slán, tá sonevndi K-faktorurin er 0,7 ella minni, og tað er serliga fiskur, sum er fiskaður nær landi, sum er illa fyri.
Nú er tað so komið har til, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at fiskakeyparar umhugsa, hvat teir skula gera fyri at koma hesum trupulleika til lívs.
- Tað allar besta siga teir vera, at bátarnir royna at leggja seg eftir at fiska longur úti, har fiskurin sum heild er betri fyri. Um ikki, koma teir at reklamera fiskin, um keyparar kunnu staðfesta, at nógvur slánur er uppi í veiðini.
Eisini hýsukeyparir siga, at nógv av hýsuni er illa fyri.
- Tí vilja vit á Fiskamarknaði Føroya staðiliga heita á útróðrarmenn um at halda seg frá økjum, har nógvur rakfiskur slánur er. So, mugu vit bara vóna, at fiskiskapurin framvegis verður góður, og fiskurin verður feitari sum frálíður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.











