At Ferðamannaskip dálka so illa, er eitt víðfevnt og óneyvt páhald, ið ikki kann standa ósvarað. Tí stendur tað ósvarað, verður tað vanlig fatan hjá fólki, og hjá politikarum, ið taka avgerðir okkara vegna, hóast tað ikki samsvarar við tað vísindaliga tilfar, sum fyriliggur á økinum.
Tað sigur Bárður Michelsen. Hann er í starvi hjá Tórshavnar Havn, men hesi sjónarmiðini standa kortini fyri hansara egnu rokning. Hann vísir á, at herfyri legði Visit Faroe Island eina nýggja ferðavinnuætlan fram, har tað verður víst á, at tað verður neyðugt at avmarkað talið á ferðafólkaskipum, sum koma til Føroya.
Ein av grundgevingunum er, at tey dálka so illa, men hann heldur ikki, at tað er ein grundgeving, sum hevur hald í veruleikanum.
Hann vísir á, at tað eru ymisk sløg av dálking. Men hann heldur, at tað er púra meiningsleyst at tosa um dálking við vakstrarhúsevninum, CO2, frá ferðamannaskipum, sum koma til Føroya. Hann sigur, at tað er ein heimsumfatandi trupulleiki, sum ikki ávirkast yvirhøvur, um vit forða ferðamannaskipum at leggja at bryggju í Føroyum á veg millum ferðamál í Norðurhøvum, ella ikki.
Hinvegin kann verða viðkomandi at hyggja eftir, hvussu dálking frá bitlum í royki frá ferðafólkaskipum ímeðan tey liggja við bryggju, ávirkar luftina. Tað er nevniliga dálking av hesum slagi, sum kann hugsast at ávirka nærumhvørvið og fólkið her býr, sigur Bárður Michelsen.
Men hann vísir á, at hetta er ein spurningur, Danmarks Miljøundersøgelser hevur kannað væl og virðiliga. Og Frágreiðingin vísir, at roykur frá ferðamannaskipunum, hevur ógvuliga lítla ávirkan á luftdálkingina í Keypmannahavn, og tann ávirkanin, sum er, er einans beint við bryggjuna, har skipið liggur.
Trýst HER og les meiri um hansara sjónarmið á hesum øki