Ávara samgonguna – enn einaferð

Tað gevur lítla meining, at vinnan skal revsast, so hvørt hon hevur framgongd

- Tað er at fegnast um, at tað gongur væl. Men tað er keðiligt, at tað ikki sleppur at ganga væl.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar enn einaferð samgonguna ímóti at leggja avgjøld á vinnuna.

 

Í farnu viku frættist tíðindi um, at lønargjaldingarnar seinasta ársfjórðing í fjør fóru upp um tvær milliardir fyri fyrstu ferð nakrantíð.

 

- Hetta er avgjørt at fegnast um, tí hetta er greitt tekin um, at tað gongst væl í vinnuni, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Men tað er bara keðiligt, at tað ikki sleppur at gangast vinnuni væl, sum tey málbera seg, tí eitt er vist, og tað er, at tað fer at ganga niður eftir aftur, leggur felagið afturat.

 

Felagið sigur, at tey gjøld, sum eru løgd á vinnuna, gagna ikki kappingarførinum.

 

Gjaldið til Samhaldsfasta og Barsilsskipanina eru hækkað tilsamans 0,59 prosent, og eftir goldnu lønunum seinasta ársfjórðing í fjør, merkir hetta, at útreiðslurnar hjá vinnuni fara at hækka 50 milliónir krónur um árið. Samstundis skulu løntakarar rinda tað sama í hækkaðum avgjøldum.

 

- Afturat hesum koma økt gjøld á alivinnuna og fiskivinnuna, sum eisini raka vinnuna, umframt at avgjaldið á bensin og tinglýsing, er hækkað.

 

- Tað er øllum greitt, at aftaná góðar tíðir, koma verri tíðir og tí hevur tað alstóran týdning, at vinnan fær styrkt seg í góðum tíðum.

 

- Harumframt hevur tað líka stóran týdning, at fyritøkurnar hava støðugar karmar, so at tær kenna fortreytirnar fyri íløgunum, tí tað er bara tá ið fyritøkurnar tora at gera íløgur, at tað ber til at tryggja arbeiðsplássini, siga arbeiðsgevararnir.

 

- Tað gongst vinnuni væl, og tí hækka lønarútgjaldingarnar, men tað gevur lítla meining, at hetta skal verða revsað við gjøldum so hvørt, siga arbeiðsgevararnir.