Føroyskt podcast um íverksetan

Ofta síggja vit at íverksetar koma frá degi til dags fram í almennu myndini við sínum avrikum. Men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri. Nýggja Startup Podcastið fortelur hesa persónligu søguna.

 

 

 

Tað er Halgir Winther Nagata, sum hevur sett sær fyri at læra um íverksetan gjøgnum samrøður við royndar íverksetar.

 

 

 

Fyrsta samrøðan er við Andres Jacobsen, sum byrjaði sum heilt ungur at gera gysara filmar við grísa-hjørtum og medistarapylsu. Í dag rekur hann saman við vinmanninum Brian Samson Polar Films, har teir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum kring landið. Hetta vann teimum heiðurin sum Ársins Íverksetar í 2016.

 


– Eg havi verið virkin í íverksetaraumhvørvinum í longri tíð. Eg havi skipað fyri eini røð av tiltøkum, og eg havi start-up tíðinadabrævið við stubbum og greinum, so podcastið var eitt natúrligt lop, segði Halgir Winther Nagata við KVF í morgun.

 

 

– Tað sum eg haldi vera spennandi er tann persónliga søgan hjá íverksetarum, hvaðani hugskotið kemur og hvussu leiðin hevur verið, legði hann afturat. 

 


– Eg vóni, at lurtarin fær tað sama burtur úr, sum eg fái burtur úr. Eg havi sett mær fyri at læra um íverksetan, og tað geri eg við at práta við fólk, sum hava royndirnar. Øll eru ymisk og hava havt egna leið frá hugskot til veruleika, so har er ongantíð ein frymil, men ein kann læra nógv av at hoyra um, hvussu onnur hava gjørt tað, segði hann við KVF. 

 

 

Startup Podcastið finst á appunum Apple Podcast og Stitcher, og á heimasíðuni halgir.fo, og Halgir greiðir frá, at podcastið fer at koma út av og á.