Føroyski luttakarin í Stjørna í eitt kvøld hevði eina góða framførslu, men hon var ikki nóg mikið til at koma víðari í kappingini
Fríggjakvøldið var Jákup Lind Dam við í DR-sendingini Stjørna í eitt kvøld. Hann sang »Talkin' about a Revolution«, og tað gekk væl hjá honum.
Men Jákup kom ikki víðari í kappingini, tí tá ið trý tey fremstu í atkvøðugreiðsluni vórðu lisin upp, var hansara navn ikki millum teirra.
Vinnari av hesum umfarinum gjørdist Heidi Jørgensen.