Tað var gekka-verturin, Jan Gardar, sum seinasta fríggjakvøld fekk ta keðiligu uppgávu at vera á skíggjanum og noyðast at avblása spælið um tær tvær miljónir krónurnar, sum høvuðsvinningurin var hetta kvøldið. Hetta var uppundir endan av seinasta spæli, og spenningurin um miljónirmar var sjálvsagt í hásæti.
- Ja, hvat skal man siga eina slíka løtu? Eg visti, at vit kundu ikki koma á mál við spælinum um miljónirnar, tí tøknin koksaði, og tøl byrjaðu at koma umaftur. Í Kvf-stovuni ert tú mest sum einsamallur, og tí følir tú teg kanska ikki so trýstan í einari slíkari støðu.
Jan Gardar heldur, at tað helst hevði verið truplari hjá honum, um hann skipaði fyri á einum stórum bingo. Hevði spælið um høvuðsvinningin, sum fólk vóru komin saman at spæla um, koksað, hevði eg helst verið meira trýstur tá, enn eg var seinasta fríggjakvøld.
Verturin vísir á, at hann í oyrasniglinum fekk at vita, har neyðugt varð at avblása spælið um miljónirnar, og tað gjørdi hann so, stutt og greitt. - Fólk hava ofta sterkar meiningar, tá slíkt hendir, men tað hevur merkiliga lítið verið at sæð í sosialu miðlunum.
Hinvegin, sigur hann, hevur onkur, sum hann hevur møtt, spurt um hendingina, og hvussu hann hevði tað í KvF-stovuni seinasta fríggjakvøld, tá eingin slapp at draga um tvær miljónir krónur.
Jan Gardar sigur, at seinasta fríggjakvøld var ikki annað at gera enn at pakka saman og fara heim, tó at tað var keðiligt, at hetta hendi. - Tá eg fór avstað, var eingin niðurstøða, men eg skilji, at KvF saman við sínum veitara og granskoðara nú hevur loyst málið, og tað er gott, sigur Jan Gardar.