Håkan: Eg eri eisini frustreraður

FM1: Tað gongur ill hjá føroyska landsliðnum at fáa mál, og tað tekur glansin av góðu avrikunum

##med2##

 

Samrøða við Håkan Ericson

 

Tað gongur ill hjá føroyska landsliðnum at fáa mál, og tað tekur glansin av góðu avrikunum, heldur Håkan Ericson, landsliðsvenjari. Føroyar mundu hava eins nógvar góðar málmøguleikar sum Eysturríki leygarkvøldið, men gestirnir vunnu 2-0.

 

- Ja, eg eri frusteraður og til slíkar dystir mást tú hava hepni, um tú skal vinna. Tað hava vit ikki ordiliga havt við okkum. Við venjing og fokus skal tað nokk koma, men betri tú spælir meiri hepni hevur tú eisini. Tað er sjáldsamt, at vit fáa nøkur ókeypis mál, men tað hava vit eisini brúk fyri, sigur Håkan Ericson.

 

Føroyar skulu í annaðkvøld spæla móti Skotlandi, sum liggur á øðrum plássi í bólkinum. Skotland hevur 14 stig og við sigrum á Føroyum og Moldova kunnu skotar tryggja sær eina alt ella einki uppgerð, móti einum av hinum londunum, ið enda nummar tvey. Vinnarin sleppur til HM í Katar. Eysturríki hevur næstan mist vónina, hóast liðini eru áleið eins sterk.

 

- Í tí stóra líkjast tey. Eysturríki setti okkum eisini undir eitt ávíst trýst. Tó vil eg siga, at Skotland hevur eitt lag afturat í teirra trýsti og tí hava vit tosað um nakrar smálutir. Tá vit møta sterkari mótstøðu mugu vit spæla eitt sindur skjótariog eitt sindur neyvari, fyri at koma úr trýstinum. Tann partin av spælinum skulu vit áhaldandi menna, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðið verður uttan René Shaki Joensen, ið hevur leikbann, og helst eisini Sølva Vatnhamar, ið hevur ein skaða at dragast við. Dysturin á Tórsvølli verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur upptakt og stemningsradio heilt frá klokkan 10.

 

##ms##