Tað er heilt ófatiligt, at kvinnurnar ikki gera meiri vart við seg. Tað heldur Bjarni Djurholm, tingmaður. Løgtingið hevur umrøddi spurningin um Føroya Løgmaður skal koma við eini almennari fráboðan frá Føroya fólki um at vit fordøma harðrendu framferðina hjá IS í Miðeystri.
Bjarni Djurholm hevur spurt løgmann um hann ætlaði at koma við eini almennari fráboðan vegna Føroya Fólk um at vit fordøma ræðuleikarnar, IS stendur fyri í Miðeystri. Løgmaður gjørdi greitt, at hóast hann sjálvur heldur, at framferðin er andstyggilig, er tað er tað Danmark, sum varðar v okkara uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki.
Men hóast orðaskiftið var drúgt, fýltist Bjarni Djurholm á, at kvinnuligi limirnir í løgtinginum ikki gjørdi vart við seg. Av teimum 10 kvinnuligu løgtingslimunum var tað bara Edva Jacobsen, sum tók orðið og hon helt, at føroyska samfelagið eigur at fordøma framferðina hjá IS. Bjarni Djurholm vísti á, at IS er ein felagsskapur, sum hevur størstu vanvirðing fyri kvinnum og kúgar kvinnur og børn so illa sum vit kanska ongantíð hava sæð áður. IS er ein felagsskapur sum traðkar javnstøðu so illa undir fót at tað hevur ikki sín líka, sigur Bjarni Djurholm.
Samstundis vísti hann á, at nógvar av kvinnununum í Løgtinginum brúka annars nógva orku upp á at tosa um javnstøðu ímillum kynini, og at javnstøða eigur at vera ein sjálvsagdur lutur í samfelagnum. - Men nú halda tær seg burtur frá einum orðaskifti, har teirra medsystrar vera traðkaðar undir fót. Og hann duldi ikki fyri, at tað var hann rættiliga vónbrotin av.
- Tað er heilt ófatiligt, at ikki fleiri kvinnur taka lut í einum orðaskifti, sum hesum, segði Bjarni Djurholm.
|