varð at bora fyri Vágatunlinum, fór Edna Einarsson av Skælingi at fregnast eftir, um ikki onkrir áhugaverdir steinar og krystallir mundu fara at koma undan kavi. Edna hevur altíð havt áhuga fyri sermerktum [...] ikki fyri teir, hevði als onki savn av hesum steinum verið í dag, sigur Edna. Stórfingið Steinarnir eru rættiliga ymiskir í skapi og liti, men tað er serliga bygnaðurin og samansetingin av teimum, ið hevur [...] vorðnir, tað teir eru. Tað gevur jú sjálvt tí minsta av teimum nakað ótrúliga stórfingið yvir sær. Í so máta siga teir allir sína serligu søgu, men fyri meg er tað fyrst og fremst søgan um at teir vóru funnir
arbeiði, sum ALS ávísir teimum. Men sum lógin er orðað nú, ber ikki til at gera eina serliga skipan fyri fiskimenn, sum ger, at teir eisini kunnu fáa útgjald, tá ið skipið hjá teimum av onkrari orsøk verður [...] gerast fyri fiskafólk á landi, mátti lógarbroyting til. Og tað sama er galdandi, skal ein serlig skipan gerast fyri fiskimenn, staðfestir løgfrøðingurin hjá ALS. Alfred Petersen sigur, at stýrið fyri ALS [...] samtykti í vár at heita á Landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, um at virka fyri at finna eina loysn, so at virka fyri, at finna eina loysn upp á trupulleikarnar hjá fiskimonnum, so at teir kunnu fáa
einki fyri tey deyðu djórini, tí tey eru at kalla bara skinn og bein. Í Somalia doyggja fólk av vætutroti á veg til brunnarnar, og sum altíð eru tað børnini, sum líða mest. ST hevur sett sær fyri at, at [...] bera ótta fyri, at tað fer at ganga tann øvugta vegin, og at talið heldur verður fleirfaldað tey næstu níggju árini. Matvørustovnurin hjá ST, WFP, bað longu í heyst altjóða samfelagið hjálpa teimum nógvu [...] 6,2 milliónir fólk har høvdu hjálp fyri neyðini. Nú sigur WFP, at talið er 11 milliónir, og at tað veksur dag frá degi. Hjálparfelagsskapurin Oxfam kunngjørdi fyri stuttum eina frágreiðing um støðuna
tey eisini fyri at blíva sjúk áðrenn leikirnar. Hetlendingar duga væl at skipa fyri, men tað var øgiliga synd fyri teir, at tað skuldi fara at regna so illa, segði Heðin Mortensen, forseti fyri føroyskan [...] setanina frammanundan. Ministari setti røðu Eftir tað hildu leiðandi persónar í oyggjaleikhøpi røður fyri teimum køldu og vátu ítróttarfólkunum, og til seinast fekk fyrsti ráðharrin í Skotlandi orðið, og hann [...] Oyggjaleikunum druknaði í illveðrinum í Leriwick leygarkvøldið. Væl innballaðir luttakarar marsjeraðu ein fyri og annar eftir inn á leikvøllin í Clickimin ítróttardeplinum, og litrík regnskjól, regnklæði og g
báðir komu til landið. Harafturat hava fleiri av teimum yngru leikarunum fingið eitt sindur fleiri royndir, og hesar royndir hava nógv at siga í teimum avgerandi dystunum. Tað slepst heldur ikki undan [...] løtuni tann, at Fleyr er eitt stig framman fyri Mjølnir, og tí kunnu klaksvíkingar við einum sigri í Havn sunnudagin endurvinna silvurplássið, sum teir mistu fyri fáum vikum síðani. Hinvegin tykist tað sum [...] hugt verður eftir úrslitunum higartil í ár. Sørvingar hava ikki tapt nakran dyst, síðani teir vóru fyri einum ósigri móti Mjølnir í Klaksvík tann 17 oktobur í fjør. Tað er óivað fleiri orsøkir til, at SÍ
virðingin fyri Skaparanum, lívinum og næstanum er hægri enn virðingin fyri egnum sjálvsøkni. Tíverri er tað vorðið ein heilt vanlig fatan manna millum, at øll hava rætt til at gera, sum teimum lystir, og [...] Eg spurdi hví: Hann svaraði: Tí Miðflokkurin umboðar tað, sum eg standi fyri. Stutt og einfalt. Hesin maður er ein trygd fyri fólkaræðið. Hann var greiður yvir, at til eitt val er ikki talan um eina [...] umráðandi fyri tey, at tú velur tey, so tey gerast nummar eitt ella tvey og skora kassan, tí annars missa tey nógvan pening. Men hetta er ikki fólkaræði. Hetta er eitt alment uppboð av teimum, sum vilja
Jacobsen, helt talu fyri Jóa og mintist aftur á gamlar dagar. Síðan helt Jóa sjálvur talu. Hann segði m.a. at hann fyri nøkrum árum síðani gjørdist sjúkur, og hann er sera takksamur fyri, at hann kundi varðveita [...] varðveita sítt starv og takkaði bæði fyrrverandi og núverandi stjóranum fyri tað. Andras Róin segði m.a. í talu síni at Jóa mestsum alla tíðuna arbeiddi sum feilrættari, bæði av apparatum og av linjufeilum [...] passaði Jóa feilrættarakontórið, har hann tók ímóti feilmeldingum og deildi arbeiðsuppgávurnar út. Fyri nøkrum árum síðani bleiv avgjørt, at Føroya Tele skuldi hava eitt Tele- ella fjarskiftissavn. Hetta
t hátt. Tey, sum vóru frægast fyri, fingu enn betri ráð at ferðast og at keypa fyri, og hetta unna vit teimum væl. Hinvegin er tað minni gott, at tey ið vóru ringast fyri, ikki sluppa av fetanum og fingu [...] lønarbólkum hevur verið stór framgongd seinastu árini, ... tey sum vóru lutfalsliga væl fyri í 2003 eru vorðin nógv frægari fyri í 2006 meðan tey, sum hava nakað lægri keypiorku í 2003 ikki eru ríkari í 2006, [...] havt ein minni vøkstur í keypiorkuni enn flestu aðrir løntakarabólkar í tíðarskeiðinum 2003-2006, ... fyri arbeiðarar við niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni.” Tað er ein pínligur
gongur ikki, sigur Tony Coelho. Hann er demokratur, og tað var hann, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá Al Gore fyri fýra árum síðani. Við CBS sigur Coelho, at tey, sum leggja valstríðið hjá Kerry ganga [...] umhugsað at koyra hana úr starvinum fyri at venda gongdini. Eygleiðarar í Washington siga, at tað eru fleiri orsøkir til, at George W. Bush er farin langt fram um Kerry í teimum seinastu kanningunum. Í fyrsta [...] gjár, at nógvir veljarar, sum hava ivast, hava gjørt av at velja John Kerry. Fyri einum mánað síðani søgdu 56 prosent av teimum, sum ivaðust, at tey helst fóru at velja Bush, tá saman um kom, men í dag eru
tey skulu kappast í heimsmeistarakappingini fyri lið, so føroyameistaraheitið er bert eitt stig á einari leið við stórum avbjóðingum fyri føroyskan fimleik. Fyri at stytta um stundir hjá áskoðarunum meðan [...] og sminku, fyri at fáa fram tann tóna, sum fimleikararnir lýsa við íðkanini. Venja øðrvísi Eisini sjálvur fimleikurin er øðrvísi, tí í estetiskum fimleiki eru rørslurnar meira líkar teimum, vit eru von [...] Formurin er broyttur nakað frá Grand Prix fimleikinum, sum vit áður hava sæð nógv til í Føroyum. Fyri tað fyrsta so onki krav í ár at íðkararnir skulu gera eina íðkan við amboðum, og í øðrum lagi er karmurin