Í Kenya orka húsdjórini ikki at standa á beinunum, tí tey hava einki at eta, og bøndurnir fáa lítið og einki fyri tey deyðu djórini, tí tey eru at kalla bara skinn og bein. Í Somalia doyggja fólk av vætutroti á veg til brunnarnar, og sum altíð eru tað børnini, sum líða mest.
ST hevur sett sær fyri at, at í 2015 skal talið á svøltandi fólki verða helvtina minni enn í dag, men serfrøðingar bera ótta fyri, at tað fer at ganga tann øvugta vegin, og at talið heldur verður fleirfaldað tey næstu níggju árini.
Matvørustovnurin hjá ST, WFP, bað longu í heyst altjóða samfelagið hjálpa teimum nógvu svøltandi í Eritrea, Djibouti, Somalia og Kenya, tí at 6,2 milliónir fólk har høvdu hjálp fyri neyðini. Nú sigur WFP, at talið er 11 milliónir, og at tað veksur dag frá degi.
Hjálparfelagsskapurin Oxfam kunngjørdi fyri stuttum eina frágreiðing um støðuna í Somalia. Har verður millum annað sagt, at fleiri hundraðtúsund fólk fáa bara trý gløs av vatni um samdøgrið, og tað skulu tey brúka til matgerð, reingerð og til at drekka. Mong royna at ragga sær til keldur og brunnar eftir vatni, men fleiri og serliga børn doyggja á vegnum av vætutroti.
Eingin kann liva við trimum gløsum av vatni í 40 stiga hita, sigur Mohamed Elmi, sum er deildarleiðari hjá Oxfam, við Reuters.
Danin Per Pinstrup-Anderson, sum er stjóri á altjóða matvørugranskingarstovninum IFPRI, segði á einari ráðstevnu herfyri, at við verandi gongd hevur altjóða altjóða samfelagið ongan møguleika at røkka málinum um at skerja talið á teimum svøltandi eina helvt innan 2015. Tvørturímóti helt hann, at vit fara at hava umleið 100 milliónir svøltandi um níggju ár, verður einki munagott gjørt. Tað fer at fáa avleiðingar.
Hetta er sera harmiligt og fer at gera heimin til eitt vandamikið stað. Fleiri verða eggjað til at fremja yvirgang fyri at vísa sína misnøgd við tann altsamt veksandi munin á ríkum og fátækum, segði Per Pinstrup Anderson.