Sørvingar hava verið suverenir í mansflogbóltinum í ár, og tað er líkt til, at teir longu sunnudagin kunnu rópa seg greipuvinnarar 2005. Tvær vikur eru síðani, at SÍ í stórum stíli tryggjaði sær sigurin í steypakappingini, og sunnudagin kunnu sørvingar við einum sigri á Fram í Hoyvíkshøllini tryggja sær føroyameistaraheitið og harvið greipuna.
Ikki tapt síðani oktobur
At SÍ hevur verið einaráðandi í kappingini í meistaradeildini hjá monnum sæst serliga væl, um hugt verður eftir úrslitunum higartil í ár. Sørvingar hava ikki tapt nakran dyst, síðani teir vóru fyri einum ósigri móti Mjølnir í Klaksvík tann 17 oktobur í fjør.
Tað er óivað fleiri orsøkir til, at SÍ hevur staðið seg so væl í ár. Útskiftingin á liðnum hevur ikki verið lítil og eingin, men hinvegin hava teir báðir útlendingarnir, leikandi venjarin Rajko Petrovic og Borko Ilic, báðir havt eitt framúr gott kappingarár, helst tað besta síðani teir báðir komu til landið.
Harafturat hava fleiri av teimum yngru leikarunum fingið eitt sindur fleiri royndir, og hesar royndir hava nógv at siga í teimum avgerandi dystunum. Tað slepst heldur ikki undan at nevna liðskiparan, Jón Nielsen, sum í ár kanska hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð.
Møguleikarnir hjá SÍ fyri at basa Fram í Hoyvík sunnudagin eru sera góðir. Teir tríggjar innanhýsis dystirnar, sum liðini hava spælt móti hvørjum øðrum higartil í kappingarárinum, hevur SÍ vunnið allar. Tveir teir fyrstu vunnu sørvingarnir 3-0, men tann seinasta, ið var í Sørvági fyri trimum vikum síðani, vann SÍ ?bert? 3-1.
Hin dysturin í fremstu flogbóltsdeildini hjá monnum hetta vikuskifti verður millum tey bæði liðini, ið stríðast um silvurmerkini. Tað eru Fleyr og Mjølnir, sum hittast í Gundadalshøllini.
Støðan er í løtuni tann, at Fleyr er eitt stig framman fyri Mjølnir, og tí kunnu klaksvíkingar við einum sigri í Havn sunnudagin endurvinna silvurplássið, sum teir mistu fyri fáum vikum síðani. Hinvegin tykist tað sum um, at Mjølnir eru punkteraðir, síðani teir taptu fyrst landskappingardyst í Sørvági og síðani steypafinaluna móti SÍ fyri tveimum vikum síðani.