Móttøkan byrjaði við, at Djóni Dalsgarð frá starvsfólkadeildini beyð øllum at vera vælkomin. Síðan helt stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, talu og
handaði Jóa "Fortjenstmedaljen i sølv" frá HM dronning Margrethe II.
Eisini fyrrverandi stjórin, Sólbjørn Jacobsen, helt talu fyri Jóa og mintist aftur á gamlar dagar. Síðan helt Jóa sjálvur talu. Hann segði m.a.
at hann fyri nøkrum árum síðani gjørdist sjúkur, og hann er sera takksamur fyri, at hann kundi varðveita sítt starv og takkaði bæði fyrrverandi og núverandi stjóranum fyri tað.
Andras Róin segði m.a. í talu síni at Jóa mestsum alla tíðuna arbeiddi sum feilrættari, bæði av apparatum og av linjufeilum. Viðvíkjandi linjufeilum hava óiva fleiri strævnir túrar verið millum bygdir, men vónandi eisini góðir túrar.
Seinni passaði Jóa feilrættarakontórið, har hann tók ímóti feilmeldingum og deildi arbeiðsuppgávurnar út.
Fyri nøkrum árum síðani bleiv avgjørt, at Føroya Tele skuldi hava eitt Tele- ella fjarskiftissavn. Hetta var m.a. gjørt við at savna, merkja og skriva stutt um lutirnir.
Heitt var á Jóa um at taka hesa uppgávuna á seg, at savna og umvæla, tí hann er ein av teimum fáu, ið eftir eru, sum kenna til hesi tól.
Tað hevur hepnast sera væl. Tær prýðuligu lutirnar sum m.a. nú eru her í Klingruni eru upp til 100 ára gamlir. Sagt verður, at hóast húsið er stórt og flott, so fekk tað ikki sál, fyrr enn gomlu lutirnir komu til sín rætt í húsinum.
Umleið 200 fólk vóru til móttøkuna og Jóa fekk nógvar gávur og heilsanir. Umframt starvsfólkini hjá Føroya Tele vóru eisini fyrrverandi starvsfelagar, vinir og familja.
Jóa var bert 14 ára gamal, tá hann fekk lærupláss á Telefonverkinum í 1954 og nú er hann tann seinasti, sum er eftir av teimum gomlu á stovninum.
"Eg havi havt eitt arbeiði, sum hevur givið mær møguleika at vera saman við góðum starvsfelagum og samstundis at vera heima hjá familjuni hvønn dag. Tað eri eg takksamur fyri, segði Jóa í samrøðu við blaðið "Tráðurin".










