-Tað er eingin, sum stýrir valstríðnum, og fólk ganga í bólkum og tosa ikki við hvør annan. Tað gongur ikki, sigur Tony Coelho. Hann er demokratur, og tað var hann, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá Al Gore fyri fýra árum síðani.
Við CBS sigur Coelho, at tey, sum leggja valstríðið hjá Kerry ganga í tveimum bólkum. Øðrumegin eru tey, sum hava arbeitt saman við Kerry í fleiri ár, og hinumegin eru fólk, sum arbeiddu saman við Bill Clinton. Ovastu leiðsluna hevur Mary Beth Cahill, og sambært CBS skal Kerry hava umhugsað at koyra hana úr starvinum fyri at venda gongdini.
Eygleiðarar í Washington siga, at tað eru fleiri orsøkir til, at George W. Bush er farin langt fram um Kerry í teimum seinastu kanningunum. Í fyrsta lagi hevur Kerry ikki megnað at sannføra amerikanararnar um, hvønn politikk hann veruliga ætlar sær at reka, verður hann forseti. Í øðrum lagi hevur Bush megnað at vísa fólki, at hann er tann rætti leiðarin í truplum tíðum, og í triðja lagi drálaði Kerry alt ov leingi við at vísa aftur tí, sum fyrrverandi hermenn søgdu um avrik hansara í Vietnam-krígnum.
Men enn ber ikki til at siga, at Bush fer at vinna. Christopher Malone á lærda háskúilanum PACE í New York sigur, at demokratarnir kunnu framvegis vinna valið í november.
-Eingin skal undirmeta Kerry. Hann er ein stríðsmaður, sum altíð er førur fyri at reisa seg aftur. harafturat eru veljarakanningarnar ikki altíð eftirfarandi, sigur Malone við CBS.
Kanska er nakað í hesum. Í hvussu er vísti ein veljarakanning í gjár, at nógvir veljarar, sum hava ivast, hava gjørt av at velja John Kerry. Fyri einum mánað síðani søgdu 56 prosent av teimum, sum ivaðust, at tey helst fóru at velja Bush, tá saman um kom, men í dag eru tað bert 44 prosent, sum siga tað. Samstundis siga 43 prosent, at tey ætla sær at velja Kerry. Fyri einum mánað síðani vóru tað bara 36 prosent, sum væntaðu, at tey fóru at geva Kerry krossin.