Steinar við eini søgu

Nú fáa fólk høvi at síggja nakrar av sermerktu steinunum, sum eru komir undan kavi, meðan arbeitt hevur verið í teimum báðum undirsjóvartunlunum


Longu tá byrjað varð at bora fyri Vágatunlinum, fór Edna Einarsson av Skælingi at fregnast eftir, um ikki onkrir áhugaverdir steinar og krystallir mundu fara at koma undan kavi. Edna hevur altíð havt áhuga fyri sermerktum steinum, og lat tí eitt orð falla til arbeiðsmenninar um at halda eyguni opin  eisini tá farið var undir Norðoyatunnilin.
Og nú fáa vit onnur so eisini høvi at síggja úrslitið av hesum forvitnisliga samstarvi millum Ednu og teir, sum hava verið við í tunnilsboringunum. Í Leikalund í Klaksvík hevur Edna nevniliga skipað ein part av sínum stóra tunnils-steinasavnið til eina framsýning, sum er at síggja í vikuskiftinum. Eisini verður ein partur sýndur fram í Føroya Banka í Klaksvík.
- Arbeiðsmenninir hava verið ótrúliga fittir at borið mær steinar líka frá byrjan til enda. Var tað ikki fyri teir, hevði als onki savn av hesum steinum verið í dag, sigur Edna.
Stórfingið
Steinarnir eru rættiliga ymiskir í skapi og liti, men tað er serliga bygnaðurin og samansetingin av teimum, ið hevur stóra áhugan hjá Ednu.
- Í flestu førum hevur tað jú tikið øldir, áðrenn hesir sermerktu steinar eru vorðnir, tað teir eru. Tað gevur jú sjálvt tí minsta av teimum nakað ótrúliga stórfingið yvir sær. Í so máta siga teir allir sína serligu søgu, men fyri meg er tað fyrst og fremst søgan um at teir vóru funnir undir havsins botni í Føroyum, sum hevur týdning, sigur Edna.
Meðan hon hevur savnað steinarnar, hevur Edna verið í samband við norskar fornfrøðingar, sum vóru í Føroyum tá boriarbeiðið byrjaði. Hesir hava greitt henni frá og givið henni tilfar, sum hon hevur brúkt fyri at greina nærri, hvørjum tilfari steinarnir eru úr, og hvar líknandi steinar hava verið funnir aðrastaðni.
Hvat hennara næsta steinaprojekt fer at verða, dugir Edna ikki rættiliga at siga. Men túrar í haganum í Føroyum eru altíð áhugaverdir fyri ein steinasavnara.
- Tað ræður bara um at hava eyguni opin og geva sær far um tey smáu frábrigdini. So finnur tú altíð onkran áhugaverdan stein, sigur Edna.