Misvísandi tíðíndaflutningur

Hergeir Nielsen

 

Stórtíðindini um dagarnar vóru, at:

“... Tað er ein mýta, at gjógvin millum tær hægru lønirnar og lægru lønirnar er vaksin,

,..munurin millum eina arbeiðaraløn og aðrar lønarbólkar er minkaður seinastu árini.”

 

Tað er beinleiðis villleiðandi at leggja dent á, at Vinnuhúsið vísir aftur, at lønarmunurin er vaksin seinastu árini.

 

Vinnuhúsið sigur jú eisini, at:

“...lønarmunurin millum ein arbeiðara og ein starvsmann seinastu 20 árini er minkaður úr 26 niður í 21 prosent.”

 

Tað er sanniliga munur á 20 árum og “seinastu árini.”

 

Harafturat verða hesar týðningarmiklu niðurstøðurnar tagdar burtur:

 

“... keypiorkan hjá ófaklærdum tímaløntum stendur at kalla í stað, meðan tað hjá øðrum lønarbólkum hevur verið stór framgongd seinastu árini,

 

... tey sum vóru lutfalsliga væl fyri í 2003 eru vorðin nógv frægari fyri í 2006 meðan tey, sum hava nakað lægri keypiorku í 2003 ikki eru ríkari í 2006,

 

... keypiorkan hjá einum arbeiðsfólki, sum arbeiðir niðursetta tíð verri í 2006 í mun til 2003,

 

... arbeiðarar hava havt ein minni vøkstur í keypiorkuni enn flestu aðrir løntakarabólkar í tíðarskeiðinum 2003-2006,

 

... fyri arbeiðarar við niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni.”

 

Tað er ein pínligur veruleiki, at seinastu fýra árini eru 372 mió.kr. brúktar til at skeikla keypiorkuna av lagi á skammiligast hátt.

Tey, sum vóru frægast fyri, fingu enn betri ráð at ferðast og at keypa fyri, og hetta unna vit teimum væl.

Hinvegin er tað minni gott, at tey ið vóru ringast fyri, ikki sluppa av fetanum og fingu enn tyngri byrðar at dragast við.

Heilar 372 mió.kr. vóru settar upp á kant til hetta ósosiala endamálið.

Vit eru fleiri, ið fara at veita okkara fulla og heila stuðul til nýggja landsstýrismannin, sum legði navn til omanfyri nevndu niðurstøður um keypiorkuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Vit halda, at eisini tey minni mentu eiga lut í vælferðini, og vit rokna við, at landsstýrismaðurin fer at tryggja teimum hesar sømdir.