Oyggjaleikirnir fóru á flot

Í oysregni og vindi vóru teir 11. Oyggjaleikirnir settir á Clickimin ítróttardeplinum í Lerwick leygarkvøldið. Leiðandi ráðharrin í Skotlandi setti leikirnar, og øll fingu karm

Lerwick: Tað var líka við, at setanin av Oyggjaleikunum druknaði í illveðrinum í Leriwick leygarkvøldið.
Væl innballaðir luttakarar marsjeraðu ein fyri og annar eftir inn á leikvøllin í Clickimin ítróttardeplinum, og litrík regnskjól, regnklæði og gjøgnumbloytt fløgg settu dám á setanina.
Eftir at allir luttakararnir vóru komnir inn á vøllin, var sjógvur frá øllum teimum 24 oyggjunum stoyttur í eitt gosvatn, sum skal ímynda samleikan millum oyggjasamfeløgini  sum um tað ikki var nóg mikið av vatni til setanina frammanundan.

Ministari setti røðu
Eftir tað hildu leiðandi persónar í oyggjaleikhøpi røður fyri teimum køldu og vátu ítróttarfólkunum, og til seinast fekk fyrsti ráðharrin í Skotlandi orðið, og hann setti leikirnir við at ynskja øllum ítróttarfólkunum góða eydnu.
Røðurnar vóru mest sum ov einki sigandi. Sjálvt ikki skotski ráðharrin við síni sterku og týðuligu rødd kláraði at leggja nakað afturat setanini uttan at tosa um skotsku ítróttarfólkini og ynska øllum góða eydnu.
Tað vóru orð um vinarlag, samanhald, sunna kapping og oyggjasamfeløg,

Synd við regninum
Ætlanin var, at setanin skuldi varða í tríggjar tímar, men tað var kvett burtur av, tí veðrið var heilt einfalt ikki til eina langa setan. Ítróttarfólkini royndu sum frægast at halda stand á vøllinum, meðan regnið og vindurin pískaði á tey, og ivaleyst stúrdu tey eisini fyri at blíva sjúk áðrenn leikirnar.
 Hetlendingar duga væl at skipa fyri, men tað var øgiliga synd fyri teir, at tað skuldi fara at regna so illa, segði Heðin Mortensen, forseti fyri føroyskan ítrótt.
Fyrireikarar , ítróttarfólk og áskoðarar togaðu seg ígjøgnum setanina, men tað tóktist verða ein stórur lætti, tá ið setanin var av.
Í stóra teltinum, har ítróttarfólk og áskoðarar kunnu fáa sær at eta, royndi ein av myrku og køldu luttakarunum hjá St. Helena, har veðrið er munandi heitari enn í Hetlandi, at fáa lív seg aftur við einari stórari skál av suppu.
Øll hini skundaðu sær eisini undir tak, í bussar og heim at fyrireika seg til kappingarnar komandi dagarnar.