vit kunnu koma víðari. At ein strika varð sett í sandin, har vit góðtaka støðuna, sum hon er og semjast um, hvussu tilgongdin skal verða, antin vit velja hesa ella hasa leiðina. Mangt er, sum veruliga [...] tað er at velja flokkin frá. Nú eru tey mong, sum finnast at arbeiðinum við stjórnarskipanarnevndini – og skíra tað at vera fjant og fjas – og at politiska skipanin eigur heldur at fáast [...] veruliga bendir á, at breiða semjan í stjórnarmálum er farin fyri skeytið. Tí tá Tjóðveldi í 13 ár við átta dugnaligum politikarum á tingi, og við næstan fjórða hvørjum veljara aftan fyri
fólkatingsmaður, sigur, at danska grundlógin, sum fyri danir var frælsisbrævið mikla, fyri føroyska fólkið gjørdist tað øvugta. Altso danska grundlógin er ófrælsisbrævið hjá føroyingum. Danska [...] flokkar endiliga høvdu meirilutan, so tóku teir av. Men har kom altíð okkurt annað í vegin. Møguleikin var í 1946, undir sjálvstýrislandsstýrinum frá 1963-67 og undir fullveldislands [...] politikki kann man siga so nógv. Og man kann loyva sær so nógv. Men politikkur og politiska skipanin er ein mynd av fólkinum. Vit fáa tað løgting og tað landsstýrið, sum vit hava valt. Føroyingar
nevndin hjá ST (nevndin móti kynsmismuni) vísti í seinastu frágreiðing síni á, at myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum – og nevndin mælir beinleiðis til [...] Og hví ikki tað, kunnu vit spyrja. Hví skal javnstøðulógin ikki fevna um vinnuligt virksemi? Er tað tí, at politiski myndugleikin heldur, at so væl spælir klaverið kortini ikki: Gott nokk [...] kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdina móti fullari javnstøðu. Og her vísir nevndin serliga á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Og júst hesa
frekleika. Men Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda, at ting- og landsstýrisfólk ikki skulu gjalda skatt sum onnur fólk. Bill Justinussen, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen [...] vilja kráma sum mest í egnan lumma. Tað eru so nógv vallyfti, sum eru svikin síðani løgtingsvalið. At tingfólk so ósmæðin vilja kráma sum mest í egnan lumma er frekleiki, sum hevði fingið Nicolae [...] rættindi, sum tingfólk hava fingið sær. At hugsa sær, at tingfólk í 2012 kunnu vera so ósmæðin og veruliga halda tað vera rætt, at tey ikki skulu gjalda skatt av síni inntøku eins og onnur fólk
vælkomnum. Hammershaimb hevur uppiborið heiðurin – og okkum, sum dagliga starvast við málinum treingja til hendan dagin, og tí vilja vit fegin leggja teigapláss og miðlarúmd til hesa søk! [...] – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treinja ábøtur. Men størstan týdningin hevur tó hugburðurin til málið og til málrøkt. Ein slíkur móðurmálsdagur kundi sett málrøkt í hásæti [...] skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er. Og tey sum hava lyft arvin seinastu árini hava eisini rós
segði, at avbjóðingin er eitt nú er at læra børnini fyrr at lesa - sum seks ára gomul. At fáa frið í skúlan. At skipa skúlan í færri burðardyggar eindir. At fakligheitin skal sleppa at blóma. [...] eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum hava ávirkan á skúlan. Men vit mugu viðurkenna, at hugburðurin til skúlan ikki er nóg góður. Og her er tað, at foreldur og næmingar mugu taka í egnan barm. Tá [...] leiðsluna í skúlanum - at stimbra didaktiska førleikan - at læra at læra - og so kreativitetin, at tora at skapa nakað nýtt. Alt hetta er ógvuliga skilagóð sjónarmið, sum eingin átti at verið
undir heitinum »tí skal ríkisfelagsskapurin varðveitast«. Annað evnið hevur heitið »Havnin ella útjaðarin«. Her hevur fyrireikarin fingið Jóannes Jacobsen, Ph.D. í búskaparfrøði [...] Kristiansen, samfelagsfrøðingi, sum hevur eitt innlegg, sum hann kallar »tí skal útjaðarin eisini mennast«. Síðsta evnið verður um, hvussu vit fáa búskapin endurreistan. Her verða trý [...] fólk – sum ikki hava politiskar ambitiónir, siga teirra hugsan um, hvussu politiska dagsskráin eigur at verða sett. Tað er eisini rætt, sum Heini í Skorini sigur, at politikkur hevur alt ov stóran
Altso hevur aðalfundurin valt at varðveita eina sera ivasama og óliðiliga skipan, har demokratiska tilgongdin verður darvað, soleiðis at gjøgnumskygni og opinleiki verða minni. Hetta [...] somu fólk spøkja aftur allastaðni. Eina skipan, har tað er nevndin, sum hevur valdið yvir aðalfundinum. Eina skipan, har nevndin í veruleikanum kann planleggja, hvør kemur á aðalfund og [...] rarnir sjálvandi eiga. Tað er óhugnaligt at hugsa sær tankan, at gamla høpisleysa skipanin hjá Eik spøkir aftur í TF Holding, sum nú er størsti aktørur á føroyska fíggjarmarknaðinum
boðað frá, at hann kortini ikki fer at bróta samgonguavtaluna um, at Fólkaflokkurin eigur formannin í fíggjarnevndini. Fríggjadagin skrivaðu vit á hesum stað, at um løgmaður hevði itið [...] var bert ein roynd hjá Javnaðarflokkinum at vísa vøddar, nú Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin tóku bæði løgmann og samgongufelagar av ræði við at byrja samanlegging av Fiskimálaráðnum [...] ingar geva Javnaðarflokkinum ringastu undirtøkuna síðani 1932, so hevur Fólkaflokkurin størri organisatoriskar trupulleikar, sum krevja eina stekra og dugnaliga leiðslu. Fleiri
hvussu pensjónsaldurin skal hækka nógv skjótari, enn higartil ætlað. Loysunarorðið er »haldføri«, sum skal rættvísgera, at fólk skulu haldast longri á arbeiðsmarknaðinum, at tey ikki fáa fó [...] ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962. Tað liggur í kortunum, at pensjónsaldurin – um livialdurin hækkar eitt vist – kann hækka í mesta lagi eitt hálvt ár fimta hvørt ár. Tað er hetta, sum landsstýrið [...] nøkur heilt fá ár – og 10 ár fyrr enn ætlað. Sambært galdandi lóg er lagt upp til, at pensjónsaldurin verður 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982. Hetta ætlar landsstýrið at broyta til fólk, sum