ODDAGREIN: Fræls undir grundlóg dana

Vit kunnu geva Høgna Hoydal rætt í, at best hevði verið, um før­oyska fólk­ið varð spurt á sinni, um vit tóku undir við donsku grund­lóg­ini ella ikki. Í grein í gjár spyr full­veld­is­stríð­s­mað­ur­in mikli, hvussu tað ber til, at danski grund­­lóg­ar­dag­ur­in verð­ur hild­in í Før­­oy­­um, eins og var hann ein há­tíð­­ar­­dag­u­r.

Høgni Hoydal, sum er tann ein­asti í før­­oysku politisku skipanini á tingi og í landsstýri, sum hevur skriv­að undir uppá at heiðra og æra donsku grund­lóg­ina sum fólka­­tings­­mað­­ur, sigur, at danska grund­lóg­in, sum fyri danir var fræls­is­bræv­ið mikla, fyri føroyska fólkið gjørd­ist tað øvugta. Altso danska grund­lóg­in er ó­fræls­is­bræv­ið hjá før­oyi­ng­u­m. Danska grundlógin fær skuld­ina fyri, at føroyingar liva í ó­frælsi.

Í politikki kann man siga so nógv. Og man kann loyva sær so nógv. Men politikkur og politiska skip­an­in er ein mynd av fólkinum. Vit fáa tað løg­ting og tað lands­stýr­ið, sum vit hava valt. Før­oy­ing­ar hava – síð­ani vit sluppu at end­ur­stovna løg­ting­ið, brúkt tað mesta av tíðini at disk­u­tera júst tað sama, sum Høgni Hoy­dal og Tjóð­veldi gera. Um vit skulu vera í ó­frælsi sam­an við Dan­mark, ella skipa okkum sum full­veldi – ella repu­blikk, sum ein harð­mælt­ur tjóðveldismaður plagar at rópa um.

Men tað hava vit ikki valt. Tá laga­liga løt­an hev­ur ver­ið – og fólk­ið hev­ur valt sjálv­stýr­is- ella full­veld­is­flokk­ar í meiri­luta á ting, so hev­ur tað kort­ini ikki rigg­að. Vit kundu í­mynd­að okk­um, at tá hesi flokk­ar endi­liga høvdu meir­i­lut­an, so tóku teir av. Men har kom al­tíð okk­urt ann­að í veg­in. Møg­u­lei­k­in var í 1946, undir sjálv­stýr­is­lands­stýri­num frá 1963-67 og und­ir full­veld­is­l­ands­stýr­i­num um alda­mót­ið.

Vit kunnu altíð diskutera um or­søki­­r­n­ar til, at tað miseydnaðist. Sagt verð­ur, at danska im­per­i­al­ism­an kolldømdi fólkaviljan í 1946. Kanska tað var so. Men fólkið valdi so ikki loys­ing­ar­flokk­ar­nar í meir­i­luta á tingi í 1946. Sjál­v­stýr­is­lands­stýr­ið varð kall­að kland­urs­lands­stýr­ið, og sein­asti møg­u­leik­in – und­ir full­veld­is­lands­stýr­i­num, varð enda­liga bum­b­að­ur nið­ur og norð­ur, tá næst­for­mað­ur Tjóð­veld­is­floks­ins legði An­finn Kalls­berg og Jørg­­en Nicl­a­sen undir at stjala.

Øll hava ikki somu hugsjón um frælsi, sum Høgni Hoydal. Tí kenna flestu føroyingar seg frælsar undir donsku grundlógini, hóast tilgogdin í sín­ari tíð kanska ikki var so demo­krat­isk, sum hon átti at verið. Men harfyri hava vit sum tjóð, sum fólk, við lands­stýri og løgtingi og fólka­tings­monn­um góð­tik­ið hesa skip­an við at virka undir henni.

Vit kundu eisini havt eina fólka­at­kvøðu fyri ella ímóti donsku grund­lóg­ini – og sæð, hvussu leikur fór...