Politikarar – Hækkið tykkara egna pensjónsaldur fyrst

Løgtingsfólk hava fingið sær tann framíhjárætt, at tey kunnu pensjónerast, tá tey eru 60 ár. Tað verður ikki broytt. Men somu tingfólk ætla nú, at pensjónsaldurin hjá øllum øðrum føroyingum skal hækkast til 70 ár.

Eitt kunnu vit ikki taka frá politikarum okk­ara. Teir eru kreativir og upp­finn­ing­ar­sam­ar – og halda heldur ikki so lítið um seg sjálv­ar. Og viðhvørt halda teir í so lítið um velj­ar­an.

 

Hósdagin í farnu viku kom eitt tíðindaskriv frá lands­stýr­is­kvinnuni í almannamálum, sum hev­ur sent til hoyring uppskot um, hvussu pen­sjóns­ald­ur­in skal hækka nógv skjótari, enn hig­ar­til ætlað.

 

Loysunarorðið er »haldføri«, sum skal rætt­vís­gera, at fólk skulu haldast longri á ar­beiðs­markn­að­in­um, at tey ikki fáa fólka­pen­sjón og sam­halds­fasta, sum tey hava gold­ið til, fyrr enn nøkur ár seinni, og at trygg­ing­ar­fel­øg sleppa at liggja á peng­u­num, sum tey gjøgnum eitt langt ar­­beiðs­lív hava spart upp til pensjón í trý ár longri, enn av­tal­að varð, tá tryggingin varð tekn­að.

 

Sambært galdandi lóg um fólkapensjón er pen­sjónsaldurin hækkaður til 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962. Tað liggur í kort­u­num, at pensjónsaldurin – um liv­i­ald­ur­in hækkar eitt vist – kann hækka í mesta lagi eitt hálvt ár fimta hvørt ár.

 

Tað er hetta, sum landsstýrið nú ætlar skal ger­ast upp á nøkur heilt fá ár – og 10 ár fyrr enn ætlað. Sambært galdandi lóg er lagt upp til, at pen­sjóns­ald­ur­in verð­ur 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982. Hetta ætl­ar lands­stýrið at broyta til fólk, sum eru fødd í 1972.

 

Tað snilda hjá politikarunum er tó, at hetta ikki er galdandi fyri tey. Tingfólk kunnu fram­veg­is pensjónerast sum 60 ára gom­ul. Tað er ikki broytt, og tað verður ikki broytt. Tað hevur Løgtingið gjørt av so seint sum ár. Løgtingið hevur staðfest, at hægri pen­sjóns­ald­ur ikki skal raka tey. Tá tey broyttu høpisleysu pensjónsskipanina, tey enn hava, so var tað so snildisliga gjørt, at tað ikki gongur út yvir »vunnin rættindi hjá ting­fólki«, sum sita á tingi í dag.

 

Jamen halló! Hví skal tað so ganga út yv­ir vun­nin rættindi hjá øllum øðr­um uttan teim­um, sum eru tingfólk í dag?

 

Og tá samlaða politiska skipanin dag­in eft­ir kemur við einum uppskoti um Suð­ur­oy­ar­tunn­il, sum ráðgevandi stovnar hjá landi­num, Landsbankin og Landsverk, siga er burt­ur úr vón og viti, so hómast ein ávís ætlan.

 

Hvussu er og ikki, so kunnu tingfólk í øll­um førum ikki vera tað bekent at hækka pen­sjóns­ald­ur­in hjá øllum føroyingum – uttan hjá teimum sjálvum. Tað er at halda Føroya fólk fyri tað turra spott!

 

Onkur má nú traðka í karakter og fara upp á barrikadurnar. Hetta ber ikki til!

 

Meina tingfólk tað veruliga í álvara, at allir øll í Føroyum skulu arbeiða, til tey eru 70 ár, so skal tað eisini vera galdandi fyri tingfólk sjálvi.

 

– So meina tit tað, og ætla tit at fólkið skal góðtaka tað, hækkið so fyrst tykkara egna pensjónsaldur!