ODDAGREIN: tey tíma ikki at gjalda skatt

Fyri fyrstu ferð síðani vit her í blað­num fyri sløk­um 20 ár­um síð­ani fóru at skriva um teir sera, sera ó­rím­i­ligu skatta­fríu koyr­i­peng­ar­nar, sum løg­tings- og lands­stýr­is­fólk fingu sær – sá nú út til, at hetta kundi broyt­ast við upp­skot­i­num, sum Rig­mor Dam legði fyri tingið herfyri.

Eftir at samgongan hevur trað­k­að so nógv á fak­felø­gini, tik­ið nógv meira skatt av pen­sjón­um og giv­ið teim­um ríku stór­an skatt­a­lætta, so var vænt­andi, at tey í rein­ari eyð­mýkt fóru at lata frá sær hesi ó­rím­u­ligu rætt­indi, sum ting­fólk hava fing­ið sær. At hugsa sær, at ting­fólk í 2012 kunnu vera so ó­smæð­in og ver­u­liga halda tað vera rætt, at tey ikki skulu gjalda skatt av síni inn­tøku eins og onn­ur fólk, tað ber boð um eina korr­ump­era­ða pol­it­iska skip­an, sum sýnir markleysan frek­leika.

Men Miðflokkurin, Fólka­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ur­in halda, at ting- og lands­stý­risfólk ikki skulu gjalda skatt sum onnur fólk. Bill Just­in­us­sen, Bárð­ur Niel­­sen, Ják­up Mikk­el­sen og Rod­mund­ur Niel­sen siga, at tað er »óneyðugt at heita á for­mans­skapin um at broyta hetta«, tí hetta er ein uppgáva, sum framm­anundan liggur hjá for­mans­skap­i­num.

»Óneyðugt!« siga teir... Snikk snakk! Tað er full­kom­i­liga líka mik­ið, hvar hend­an upp­gáv­an ligg­ur. Tað eru ting­fólk, sum eiga av­gerð­ina, og tað eru bara ting­fólk, sum kunnu broyta av­ger­ð­ina. Alt ann­að utt­an­um­tos er káv­a­lót­ir, tí ting­fólk vilja kráma sum mest í egnan lumma.

Tað eru so nógv vallyfti, sum eru svik­in síð­ani løg­tings­val­ið. At ting­fólk so ó­smæð­in vilja kráma sum mest í egn­an lumma er frek­leiki, sum hevði fing­ið Nicolae Ceau?escu og aðrar mark­leys­ar kraddarar at rodnað av skomm.

Men hóast sjálv­søkna álitið frá meiri­lut­a­num í fíggjarnevndini, so er mál­ið ikki fallið enn. Sosialt til­vit­að fólk eru í sam­gong­uni. Und­an val­i­­num var Jenis av Rana ein. Hann tosaði nógv um fátækramark og ó­rímu­ligan skattalætta til rík. Hetta nevn­ir hann ikki longur, helst av skomm. Ein onnur er Jóna Mort­en­sen, sum sig­ur tey veiku hava sítt hjarta.

Tað er í lagi, at politikarar fáa góða løn, tí annars fáa vit ikki góðar pol­it­ik­arar. Men tað er altso ikki í ord­an, at pol­it­ik­ar­ar ikki gjalda skatt sum onn­ur fólk. Eitt er, at tað er ó­rætt­víst, men tað ger eisini, at teir ikki merkja síni sparitiltøk á egn­um lumma eins og onnur fólk og eru tí ikki førir fyri at umboða fólk­ið, tá táttast skal í fíggjarliga.

Tað er stór van­æri­lig skomm, um løg­­ting­­ið í reinari egoismu ign­or­er­ar eitt upp­­skot um at dem­o­krat­i­se­ra og javn­seta pol­it­ik­ar­ar skatt­liga við fólkið.