Tað eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum hava ávirkan á skúlan. Men vit mugu viðurkenna, at hugburðurin til skúlan ikki er nóg góður. Og her er tað, at foreldur og næmingar mugu taka í egnan barm. Tá støðan er so ring, so vita foreldrini tað.
Helena Dam á Neystabø legði fram nøkur áhugaverd sjónarmið í Eygsjón í gjár. Hon segði, at avbjóðingin er eitt nú er at læra børnini fyrr at lesa - sum seks ára gomul. At fáa frið í skúlan. At skipa skúlan í færri burðardyggar eindir. At fakligheitin skal sleppa at blóma. At styrkja námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum - at stimbra didaktiska førleikan - at læra at læra - og so kreativitetin, at tora at skapa nakað nýtt.
Alt hetta er ógvuliga skilagóð sjónarmið, sum eingin átti at verið ósamdur við hana um. Og sum Herálvur Jacobsen, læraraformaður, eisini segði, so eru hesi viðurskifti alt ov týdningarmikil til, at vit nú fara at kasta eftir lærarum, sum ikki eru nóg góðir, ella eftir politikarum, sum játta ov fáar pengar.
Men leiklutin hjá foreldrum og næmingum mugu vit ikki gloyma. At ov nógvur ófriður er í skúlanum er eitt faktum. Onkur kundi kanska roknað út, hvussu nógvar beinleiðis útreiðslur eru av, at lærarar skulu brúka so nógva tíð at uppdraga næmingar - so at undirvísast kann. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum foreldur eiga sín stóra lut í.
Og tað at lesiførleikin er so vánaligur, tað er ein trupulleiki sum øll foreldur kunnu gera nakað við. Her nevndi Helena Dam á Neystabø tankan um at gera ein sáttmála við foreldur at børnum í fyrsta og øðrum flokki um at lesa við teimum í 20-30 minuttir um dagin. Hetta er eitt sera áhugavert hugskot, og her áttu skúlarnir beinanvegin at tikið landsstýriskvinnununa upp á orðið. Hetta kostar hvørki skúla ella landskassa eina krónu, men hetta krevur nakað av foreldrum. Men hvat um tað? Vit seta krøv til skúlan, men skúlin skal sjálvandi eisini seta krøv til heimið. Vit skulu seta sum krav, at næmingar ikki koma í skúla við einum negativum hugburði, men at tey fáa so gott í beinið heimanífrá, at tey duga og eru før fyri at taka ímóti lærdómi í skúlanum. Kanningar hava víst, at 70% av lærdóminum fáa børnini heimanífrá.
At foreldrini lyfta lesiførleikan hjá børnunum, tað er minsta kravið frá samfelagnum til heimini, og her eru nógvar milliónir at spara í síðsta enda.










