ODDAGREIN: Stjórnarskipan og naggatódn

So hendi tað, sum leingi hevur verið vænt­andi, at stjórn­ar­skip­an­ar­mál­ið fór at kloyva Tjóð­veldi. Tað hevur ligið í kort­u­num, at stríð­ið mill­um t­i­ng­­m­e­n­n­­­i­nar Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale stakk djúpt – og at tað kundi føra til, at flokk­ur­in ikki helt til tað. Annað­hvørt fóru tey at koyra Sjúrð Skaale á dyr, ella fór hann sjálv­ur.

Og í gjár­kvøldið fekk Tjóðveldi so boð­ini, at Sjúrður Skaale fer úr flokk­i­num og verður leysgangari á tingi.

Sjúrður Skaale greiðir frá, at hetta sum vera man hevur verið ein trup­­ul av­­­gerð, men hann fær ikki ver­­ið við, tá ein politiskur flokkur verð­­ur eitt enda­mál í sær sjálv­um. Hann vís­ir á, at flokkurin bara er eitt am­­boð, sum kann nýt­ast til tess at náa nøkrum málum, og tá hans­ara egni flokkur gongur ímóti tí, sum hann heldur vera rætt, so er bara eitt at gera, og tað er at velja flokk­in frá.

Nú eru tey mong, sum finnast at ar­beið­i­num við stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ini – og skíra tað at vera fjant og fjas – og at pol­it­iska skip­an­in eig­­ur held­ur at fá­ast við veru­lig­an pol­i­tikk, sum kann tryggja okk­um væl­ferð­ina.

Treyðugt so verða slík sjónarmið havd á lofti. Men tað skerst ikki burt, at júst stjórn­ar­mál­ið hev­ur klov­ið før­oysk­an pol­i­tikk í stórt­hundr­að ár, og at hetta darv­ar pol­it­iska ar­beið­i­num ann­ars at tryggja væl­ferð­ina, sum allir flokkar sjálv­andi siga seg vilja. Tá fimm av sjey flokk­um á tingi bein­leiðis hava sín upp­runa ella sum end­a­mál, at Før­oy­ar skulu loysa ella varð­veita sam­band­ið, so er tað eitt út­trykk fyri, at hetta er eitt mál, sum fyll­ir nógv – eitt mál, sum má loysast.

Tí hava vit fleiri ferðir á hesum stað fegn­ast um, at ein breið semja var í ljós­mála. Ein semja, har alt frá Sam­bandi til Tjóð­veldi kundi semj­ast um ein leist, hvussu vit kunnu koma víð­ari. At ein strika varð sett í sand­in, har vit góð­taka støð­una, sum hon er og semj­ast um, hvussu til­gongd­in skal verða, ant­in vit velja hesa ella hasa leiðina.

Mangt er, sum veru­liga bend­ir á, at breiða semjan í stjórn­ar­mál­um er far­in fyri skeyt­ið. Tí tá Tjóð­veldi í 13 ár við átta dugna­ligum pol­it­ik­ar­um á tingi, og við næst­an fjórða hvørj­um velj­ara aft­an fyri seg, ikki fær flutt seg frá ulti­ma­tiva mál­i­num, so er ikki lætt at tosa »Roma imod«

Sjúrður valdi at fara úr flokk­i­num. Tjóð­veldi og ting­fólk ann­ars mugu nú taka støðu til, um vit vilja flyta okk­um í stjórn­ar­mál­um – ella varð­veita nagga­tódn­ina. Tey, sum sein­ast at­kvøddu um fullveldi, eru 86 ár og eldri. Við hetta lag hendir einki áðr­enn 2046. Men væl­sign­aði fólk tak­ið eina støðu –?og far­ið so til ar­beið­is!