ODDAGREIN: Jørgen sum fullveldisløgmaður

Hóast onkur kanska hevði vænt­að ella vón­að, at ein rætt­ilig pol­it­isk orr­usta fór at spyrj­ast burt­ur úr, nú Javn­að­ar­flokk­ur­in spældi tvør­ur eina løtu og hótti við ikki at velja Jørg­en Nicl­asen til fo­r­mann í fíggj­ar­nevnd­­ini, so er kortini alt aftur, so sum tað eigur at vera.

Hetta var bert ein roynd hjá Javn­að­ar­flokk­inum at vísa vødd­ar, nú Jørg­en Nicl­a­sen og Fólka­flokk­ur­in tóku bæði løg­mann og sam­gong­u­­fel­ag­ar av­ ræði við at byrja sam­an­legg­ing av Fiskimálaráðnum og Utt­anríkisráðnum.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann kortini ikki fer at bróta sam­gong­u­av­tal­una um, at Fólk­a­flokk­ur­in eig­ur for­mann­in í fíggj­ar­nevnd­ini.

Fríggj­a­dagin skrivaðu vit á hes­um stað, at um løg­maður hevði itið Atli Dam ella An­finn Kalls­berg, so hevði slíkt hent, tí eingin hevði tor­að at víst so lítla respekt fyri løg­manni, sum Fólk­a­flokk­urin vís­ir Kaj Leo Jo­hann­e­sen í hes­um máli. Og tað er tí, at alt ber til, og at einki fær av­leið­ing­ar.

Vit skilja væl, at Fólkaflokkurin er í djúp­ari kreppu. Hóast veljara­kann­ing­ar geva Javn­að­ar­flokk­i­num ring­astu und­ir­tøk­una síð­ani 1932, so hevur Fólk­a­flokk­ur­in størri org­an­is­a­torisk­ar trup­ul­leik­ar, sum krevja eina stekra og dugnaliga leiðslu. Fleiri lykla­per­són­ar hava vent flokk­i­num bak­ið og eru farin at reka virkn­an pol­i­tikk í øðr­um flokk­um. Tað síðsta var, at Poul Mich­el­sen fór úr Fólkaflokkinum og bleiv leys­gang­ari á tingi.

Um Poul Michelsen ger leys­a­søg­ur­nar til ver­u­leika og stovnar ein nýggj­an borg­ar­ligan fullveldisflokk saman við enn fleiri virknum fólk­a­floks­fólk­um, sum hava ella fara at venda flokk­i­num bak­ið, og við borg­ar­lig­um f­ull­veld­is­fólk­um, sum halda Tjóð­veldi vera ov vinstravent, so fær Fólk­a­flokkurin koyrilin enn meira at merkja. Tá kann hann koma í eina støðu, sum minnir um ta støð­u­na, sum Javn­að­ar­flokk­ur­in kom í í 1994, tá fleiri grund­stuðl­ar í Javn­að­ar­flokk­um vendu flokk­i­num bakið og stovnaðu Verk­a­mann­a­fylk­ing­ina. Tá misti Javnaðarflokkurin so nóg­va und­ir­tøku, at ting­fólk­a­tal­ið fór niður í helvt – og hesi sár stríðist flokkurin við enn.

Tí er tað ein reellur trupulleiki, sum Jørgen Niclasen situr við. Spurn­ing­urin er so bara, um hann klár­ar at pro­fi­lera flokk­in meira í fíggjarnevndini enn í Utt­an­rík­is­ráð­num, ella um hann fer at brúka tíð­ini upp á at profilera seg enn meira við at vera í andstøðu til ver­andi sam­gong­u­fel­ag­ar til tess at tekkj­ast Tjóð­veld­i­num, kyrra við­halds­fólk­ini hjá Poul Michelsen – fyri á tann hátt at gera seg kláran sum næsta full­veldisløgmannin.