Capone um leiðsluna til 2-0. Leeds hevði fleiri møguleikar at fáa eitt kærkomið útimál, serliga var tað Michael Bridges sum misnýtti stórar møguleikar, og sostatt endaði dysturin 2-0 til Galatasaray. Um [...] víðari. Arsenal vann harafturímóti sín dyst 1-0, og var hetta móti fraklendingunum Racing Lens, sum er veikasta liðið av teimum fýra, sum eftir eru í kappingini. Dennis Bergkamp legði Arsenal á odda tíðliga
íslendskum virkjum, sum síðan er seld aftur á europeiska marknaðinum fyri tann prís, føroyski marknaðurin fær. Tað eru sjálvandi eisini onnur ting sum gera, at fiskamarknaðurin er góður, sigur Kaj Leo Johannesen [...] Johannesen. Eitt nú at kjøtmarknaðurin hevur tað ringt í løtuni, nú neytaøði er farin at gera um seg í Europa. Eisini er nógv minni fiskur til á heimsmarknaðinum yvirhøvur, og tá plagar prísurin heilt náturligt [...] sigur Kaj Leo Johannesen, at enn hevur tað ikki merkt støðuna hjá okkum so nógv, tí hendan tíðin vanliga er rættiliga góð sølutíð. Men hann ivast ikki í, at tað fer at stabilisera teir sera høgu prísirnar
stóran mun seldur beinleiðis til virkini. Spurdur, hví so er, sigur hann, at upsin sum heild hevur sera lágan prís, og skipini munnu væl halda, at tað loysir seg líka frægt at selja hann beinleiðis til virkini [...] tey fáa í løtuni. Oskar ásannar, at virkini lata lítlan pris fyri upsan. - Nógvur upsi er at fáa, og marknaðurin er ógvuliga vánaligur. Tí gera virkini næstan sum tey vilja, heldur hann. Spurdur, um hann [...] fara at ganga útyvir ísfiskatrolararnar, sigur hann: - Ja, kemur ikki vend í, er væntandi, at lágu prísirnir fara gera, at tað fer at tátta í hjá trolarunum, sigur hann. Onkuntíð lægri Vit fegnaðust eisini
um samdøgnið, og tað er sera smáligt hesa tíðina av árinum. Streymurin er ikki góður, men hann er brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi verið [...] broytast til tað betra, tá tað líður út á heystið. Verri kann tað illa blíva. Men vit hava onga trygd fyri nøkrum, soleiðis sum gongdin er í løtuni. Støðan hjá Líggjasi og Bethuel sum línuskipaeigarum er, at tað [...] manningartalið er 14. Klakkur, sum seinastu árini hevur roynst millum teir allar bestu, er í løtuni staddur norðanfyri. Draga svart - Vit hava fiskað í fimm dagar, og veiðan higartil er eini 35.000 pund
byggja eitt hugnaligt gistingarhús í Skálavík. - Hetta er kærkomið, tí Visit Sandoy hevur seinasta árið fingið nógvar fyrispurningar um gistingarhús. Tað er nógv ymiskt, sum gerast kann í Sandoyar sýslu. Tilboðini [...] áhugaverdar søgur og sagnir. - Her er ógvuliga barnavinarligt í sýsluni, og her eru eisini bygdir við stórslignum sandi og reinum árum. Fjøllini eru ikki so høg, og tað er trygt hjá børnum at ganga úti. [...] Kunningarleiðarin vísir á, at tað er upplagt at taka súkkluna við sær ein dagtúr í Sandoynna, tí brekkurnar eru ikki so tungar, sum nógva aðrastaðni. - Tað eru eisini fleiri ferðandi, sum hava leigað sær
hálvu í ár. Sum við øllum vinnum, tá útboðið er stórt, plagar tað eisini at ávirka prísirnar, og soleiðis verður tað helst eisini her. Hann sigur seg ikki vænta, at tær gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina [...] - Hóast nógvur alifiskur er væntandi á marknaðin í seinnu hálvu í ár, vænti eg, at tað fer nokk at gagna kortini, sigur Ragnar Joensen, sum verður stjóri í norska alirisanum, Marine Harvest. Um útlitini [...] okkara leiðir í 2011, sigur Ragnar Joensen, sum er settur stjóri í heinsins størsta alisamtaki, Marine Harvest í Noregi, at útlitini eru góð. - Men tað verður nógvur fiskur tikin, serliga í seinnu hálvu
lagdur á reinføri og fjarstøðu í tann mun, tað læt seg gera. Heitt varð eisini á starvsfólk um ikki at vitja hvønn annan óneyðugt. Atli Gregersen, stjóri, sigur, at tað hevði stóran týdning fyri tryggleikan [...] hava tey havt serstakar fyriskipanir. Sama er við messum og vitjanum uttanlands annars, sum fyritøkan hevur valt at bíða við. Atli Gregersen vísir á, at tað nyttar so lítið at fara av landinum at renna [...] anin tók seg upp, hugsaðu vit, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hvussu trupult kann hetta fara at gerast, og hvussu koma vit burtur úr hesum? Tað visti eingin tá. Men, vit vistu, at hóast
- Fáa vit tað sama at fiska í ár sum í fjør, eru útlitini góð, hóast eingin enn veit, hvussu endaliga uppboðssølan av kvotum verður. Vit vita ikki endaliga, hvør okkara kvota verður í ár. Tað sigur skiparin [...] og sild eru øktar. - Árið hjá okkum er líkasum býtt upp í tíðarbil, har tey ymisku fiskasløgini verða fiskað. Frá januar til umleið juni fiska vit svartkjaft. Síðan er vanliga ein steðgur, til makrelurin [...] sindur eftir hvørjum øðrum, so vit fáa sum mest burtur úr kvotuni hjá reiðarínum. Hann heldur, at pláss er fyri Høgabergi, tí tvey uppsjóvarskip hava verið í reiðarínum áður, umframt at heildarkvoturnar eru
sínar metingar um útlitini fyri komandi viku. - Tað verður helst bara tað eina línuskipið, sum landar síðst vikuni. Teir eru undir Íslandi, og veiðan er mest toskur, brosma og blálonga. Útlitini til útróður [...] vikuni sum kemur. - Partrolararnir fiska allir upsa - uttan tað eina parið, sum er farið á djúpt vatn at fiska svartkalva. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini koma inn, sum vikan gongur. Í løtuni [...] liggja allir teir smáu trolbátarnir. Veðrið sær ikki út til at blíva nakað serligt fyrst í vikuni. Tí er ivasamt, um hesir bátarnir fara út fyrst í vikuni. - Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Annar fiskar
vátaslettings- ella kavaæl. Íslendska Belgingur sigur tað sama um hitan, at hann jólanátt fer at nærkast frostmarkinum, men tað er fyri tað mesta norðanfjørðs, tað vil siga norðan fyri Skopunarfjørð. Teir vænta [...] vænta slíkan kulda, sum DMI ella Belgingur. Yr sigur niður í 4 stig, Storm niður í 3 stig jóladag. Tí er ein lítil møguleiki fyri vátaslettingi, sigur Storm. Báðir miðlarnir vænta tó nógv regn bæði jóladag