- Hóast nógvur alifiskur er væntandi á marknaðin í seinnu hálvu í ár, vænti eg, at tað fer nokk at gagna kortini, sigur Ragnar Joensen, sum verður stjóri í norska alirisanum, Marine Harvest. Um útlitini fyri alivinnuni um okkara leiðir í 2011, sigur Ragnar Joensen, sum er settur stjóri í heinsins størsta alisamtaki, Marine Harvest í Noregi, at útlitini eru góð.
- Men tað verður nógvur fiskur tikin, serliga í seinnu hálvu í ár. Sum við øllum vinnum, tá útboðið er stórt, plagar tað eisini at ávirka prísirnar, og soleiðis verður tað helst eisini her.
Hann sigur seg ikki vænta, at tær gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina seinnu árini, fara at vara so ógvuliga leingi aftrat.
- Men eg vænti, at tað fer nokk at gagna kortini, og tað fer neyvan at verða heilt galið, sigur Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest.