Heini í Skorini
Leeds leikti á útivølli móti turkisku meistarunum Galatasaray hóskvøldið, og teir fóru norður aftur til Onglands við einum 2-0 tapi. Fyrst legði Hakan Sukur turkararnar á odda við einum skallara eftir innleggi úr vinstru síðu, og síðani økti Capone um leiðsluna til 2-0. Leeds hevði fleiri møguleikar at fáa eitt kærkomið útimál, serliga var tað Michael Bridges sum misnýtti stórar møguleikar, og sostatt endaði dysturin 2-0 til Galatasaray. Um tvær vikur møtast liðini aftur á Elland Road í Leeds, og har skal Leeds í minsta lagi hava tvey mál, skulu teir koma víðari.
Arsenal vann harafturímóti sín dyst 1-0, og var hetta móti fraklendingunum Racing Lens, sum er veikasta liðið av teimum fýra, sum eftir eru í kappingini. Dennis Bergkamp legði Arsenal á odda tíðliga í dystinum, og eftir hetta kom einki mál. Sostatt eru Arsenal og Galatasaray favorittar til at koma í finaluna, sum verður í Parkini í Keypmannahavn 17. mai, men skulu vit hava eina reina enska finalu, má Leeds gera bart, og vinna meir enn 2-0 á Elland Road um tvær vikur.










