- Fáa vit tað sama at fiska í ár sum í fjør, eru útlitini góð, hóast eingin enn veit, hvussu endaliga uppboðssølan av kvotum verður. Vit vita ikki endaliga, hvør okkara kvota verður í ár.
Tað sigur skiparin á uppsjóvarskipinum Fagrabergi, Øssur Hentze, við Føroysku Sjómansmissónina í dag. Hann vísir á, at heildarkvotan av bæði svartkjafti, makreli og sild eru øktar.
- Árið hjá okkum er líkasum býtt upp í tíðarbil, har tey ymisku fiskasløgini verða fiskað. Frá januar til umleið juni fiska vit svartkjaft. Síðan er vanliga ein steðgur, til makrelurin kemur fyri í august/ september til einaferð í oktober.
Skiparin sigur, at í november fiska teir vanliga sild og so svartkjaft aftur í desember, Øssur Hentze.
- Nú eitt uppsjóvarskip kemur í reiðaríið aftrat, koma vit óivað at laga fiskiskapin eitt sindur eftir hvørjum øðrum, so vit fáa sum mest burtur úr kvotuni hjá reiðarínum.
Hann heldur, at pláss er fyri Høgabergi, tí tvey uppsjóvarskip hava verið í reiðarínum áður, umframt at heildarkvoturnar eru øktar.
Við Fagrabergi eru 12 mans, men fleiri hoyra til skipið.
- Nakrir nýggir mans eru komnir við nú, tí helvtin av manningini, sum hevur hoyrt til skipið í áravís, er farin umborð á Høgaberg, sigur Øssur Hentze við Føroysku Sjómansmissiónina.