Fiskamarknaður Føroya hevur nú gjørt sær sínar metingar um útlitini fyri komandi viku.
- Tað verður helst bara tað eina línuskipið, sum landar síðst vikuni. Teir eru undir Íslandi, og veiðan er mest toskur, brosma og blálonga.
Útlitini til útróður eru einki serlig, tí veðurútlitini eru heldur vánalig. Tó batnar streymurin út á vikuna.
- Vit vænta ikki nógvan útróður í komandi viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Fimm djúpvatnstrolarar royna á djúpum vatni og fiska svartkalva og kongafisk. Tveir eru eftir upsa. Teir flestu koma inn seint í vikuni sum kemur.
- Partrolararnir fiska allir upsa - uttan tað eina parið, sum er farið á djúpt vatn at fiska svartkalva. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini koma inn, sum vikan gongur.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir. Veðrið sær ikki út til at blíva nakað serligt fyrst í vikuni. Tí er ivasamt, um hesir bátarnir fara út fyrst í vikuni.
- Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Annar fiskar havtasku og landar miðskeiðis í vikuni. Hin fiskar svartkalva og landar helst seinast í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.