Útlitini hjá ferðavinnu í sýsluni eru bjørt

- Vit vænta eina veksandi ferðavinnu, sum vit meta kann koma at fáa heilt stóran týdning fyri borgarar í Sandoyar sýslu, sigur Bryndis í Dali, leiðari á Visit Sandoy.

 

 

- Hóast einki gistingarhús hevur verið í Sandoynni seinasta árið, hevur tað kortini verið ein javnur streymur av ferðafólki, sum hava vitjað okkum. Vitjandi hava funnið sær ymisk summarhús at gista í ístaðin. 

Tað sigur Bryndis í Dali, leiðari á Visit Sandoy. 

- Seinasta summar var eitt avbera gott ár fyri nógv í vinnuni her í okkara sýslu, og her var nógv virksemi hóast serstøku umstøðurnar við koronu, sigur kunningarleiðarin, sum fegnast um, at Sandoyggin nú fær eitt nýtt gistingarhús komandi summar.

Tað eru hjúnini handan Café’ina á Mølini í Skálavík, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, sum hava valt at víðka um virksemið, og nú eru í holt við at byggja eitt hugnaligt gistingarhús í Skálavík. - Hetta er kærkomið, tí Visit Sandoy hevur seinasta árið fingið nógvar fyrispurningar um gistingarhús.

Tað er nógv ymiskt, sum gerast kann í Sandoyar sýslu. Tilboðini eru vorðin fleiri, og tey gerast fleiri á hvørjum ári. - Ferðandi dáma væl at leiga kajakkir á Sandsvatni, vitja Mølheyggjar, gróthúsini á Tumbakka í Húsavík, fáa rundvísing í Veltuni ella fara ein túr á kafé í Skálavík. Søltuvík er eisini ein góð náttúruuppliving hjá ferðafólki. 

Bryndis í Dali vísir á, at í Skúvoy er ein túrur í Fagradal ella Niðan til Eggjar eitt upplivilsi fyri lívið. Í søguligu oynni, sum verður nógv umrødd í Føroyingasøgu, eru nógvar áhugaverdar søgur og sagnir. - Her er ógvuliga barnavinarligt í sýsluni, og her eru eisini bygdir við stórslignum sandi og reinum árum. Fjøllini eru ikki so høg, og tað er trygt hjá børnum at ganga úti.

Kunningarleiðarin vísir á, at tað er upplagt at taka súkkluna við sær ein dagtúr í Sandoynna, tí brekkurnar eru ikki so tungar, sum nógva aðrastaðni. - Tað eru eisini fleiri ferðandi, sum hava leigað sær súkklur í Havn og hava súkklað yvir á Gomlurætt. Tey hava tikið súkklurnar við sær í Teistan, og afturmeldingarnar frá súkklarum í Sandoynni eru góðar, sigur hon.

Bryndis í Dali vísir á, at Sandoyggin hevur nøkur serstøk tiltøk, stevnur og festivalar, sum plaga at vera væl vitjað. 

- Í ár verða djóradagar í Húsavík hin 22. mai, og hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum savnar nógv fólk. Sandoyarstevnan, sum skiftir ímillum kommunurnar í oynni, verður í Húsavík, 2.-4. juli, seinsummardagar verða á Sandi, 27.-29. august - og ikki at gloyma verður Eplafestivalur í Trøðum á Sandi leygardagin hin 2. oktober. 

Kunningarleiðarin sigur, at kalendarar hjá summarhúsunum í Sandoynni longu eru við at fyllast upp hesar dagar, tá tiltøkini verða. - Vit hava eisini onnur spennandi tiltøk liggjandi á tekniborðinum, sum fólk kunnu gleða seg til. So, her hendir nógv, og her er nógv í gongd, leggur hon aftrat.

Dalsgarður fer eisini at skipa fyri túrum í ár, eitt nú í Dysjarnar í Norðasta Haga. 

- Dysjarnar eru eitt gandakent øki, ið sær út sum eitt “álvaland” ella ein náttúrlig grótborg. Her er "mánalandslag" við grótsúlum og djúpum sprungum. Dalsgarður fer eisini at skipa fyri árliga Drunnhvítatúrinum stutt eftir ólavssøku, sum heilt víst er eina uppliving verd.

##med2##

Bryndis í Dali vísir á, at av tí, at Visit Sandoy fær so nógvar fyrispurningar um starvsfólkaútferðir, hava tey í samstarvi við veitarar í økinum sett saman nakrar pakkar.

- Hesir pakkar fevna um alt frá eini Skúvoyarferð, Váðaferð, Moldferð og Rundferð í sýsluni, soleiðis at vit altíð hava okkurt spennandi at bjóða øllum sløgum av bólkum. 

Leiðarin á Visit Sandoy sigur, at tey í sýsluni merkja ein veksandi áhuga fyri ferðavinnuni í økinum, og fleiri veitarar leggjast aftrat rúgvuni.

- Tað er serliga komandi tunnilin, sum dregur veitarar henda vegin og sum ger, at veitarar vilja gera eina íløgu í økið. Vit vænta eina veksandi ferðavinnu, sum vit meta kann koma at fáa heilt stóran týdning fyri borgarar í sýsluni, sigur Bryndis í Dali, leiðari á Visit Sandoy.