Útlitini fyri kava á jólum betrast

Tað verður tó í fyrsta lagi jóladag, um yvirhøvur.

Sum vit nærkast jólunum tykjast útlitini fyri, at kavi verður onkrar av jóladøgunum, at betrast, um vit skulu trúgva útlendsku veðurstovunum.

 

Danska DMI boðar frá, at jólanátt fellur hitin niður móti frostmarkinum, og tí kunnu tey ælini, sum tá koma inn yvir okkum, vera vátaslettingur ella kavi.

 

1. jóladag verður millum 1 kuldastig og 3 hitastig og vátaslettings- ella kavaæl, sigur DMI.

 

2. jóladag verður hitin millum frostmarkið og 5 hitastig og eisini vátaslettings- ella kavaæl.

 

Íslendska Belgingur sigur tað sama um hitan, at hann jólanátt fer at nærkast frostmarkinum, men tað er fyri tað mesta norðanfjørðs, tað vil siga norðan fyri Skopunarfjørð. Teir vænta tó ikki nakað serligt avfalla jóladagarnar.

 

Norðmenn eru ikki líka bjartskygdir okkara vegna. Hvørki Yr ella Storm vænta slíkan kulda, sum DMI ella Belgingur. Yr sigur niður í 4 stig, Storm niður í 3 stig jóladag. Tí er ein lítil møguleiki fyri vátaslettingi, sigur Storm. Báðir miðlarnir vænta tó nógv regn bæði jóladag og 2. jóladag.