Útlitini hjá Hiddenfjord eru góð

Tá koronu-hóttanin á vári í 2020 legði sína køvandi hond yvir heimin, og vit eisini fingu nakrar tilburðir í Føroyum, vóru tey í Hiddenfjord í Vágum skjót at saðla um, hvat víðvíkur arbeiðsgongdum.

 

 

 

Tey søktu sær ráðgeving um, hvussu tey best kundu gera fyri at hava virksemi gangandi, samstundis sum vandin fyri, at alifyritøkan gjørdist ov hart rakt, gjørdist avmarkaður.

 

Starvsfólkini vórðu deild upp í smærri bólkar, eins og fólk fingu høvi at kanna seg regluliga. Hetta hevði serliga týdning á kryvjivirkinum, har nógv eru til arbeiðis, og fólk arbeiða tætt saman.

 

Sama var á smoltstøðini, har fólk eisini vórðu deild upp í bólkar, samstundis sum stórur dentur varð lagdur á reinføri og fjarstøðu í tann mun, tað læt seg gera. 

Heitt varð eisini á starvsfólk um ikki at vitja hvønn annan óneyðugt.

Atli Gregersen, stjóri, sigur, at tað hevði stóran týdning fyri tryggleikan í virkseminum, at fyritøkan ikki gjørdist ov hart rakt, um tey skuldu verið óheppin, og onkur fekk koronu. 

- Tað hevði hóast alt verið lættari at sent 10 fólk til hús í nakrar dagar heldur enn 100, sum stjórin tekur til.

 

Hann vísir á, at onnur fyrivarni, sum tey í fyritøkuni tóku, var, at gestir bert kundu vitja fyritøkuna við góðkenning. 

 

Hiddenfjord hevur gjørt lítið við starvsfólkatúrar, og tá túrar eru gjørdir, hava tey havt serstakar fyriskipanir. Sama er við messum og vitjanum uttanlands annars, sum fyritøkan hevur valt at bíða við. 

 

Atli Gregersen vísir á, at tað nyttar so lítið at fara av landinum at renna undan fólki, sum onkur hevur tikið til.

- Í byrjanini, tá koronu-hóttanin tók seg upp, hugsaðu vit, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hvussu trupult kann hetta fara at gerast, og hvussu koma vit burtur úr hesum? Tað visti eingin tá. Men, vit vistu, at hóast allar matstovur stongdu, skuldu fólk hava at eta kortini, og sum tíðin leið, vísti tað seg, at fólk fóru at keypa sær laks heim við. 

Í byrjanini av koronu-farsóttini fullu prísirnir á laksi í nakrar vikur. Síðan stabiliseraði prísurin seg á einum lægri støði, til prísirnir aftur kvinkaðu upp eftir. 

- Prísirnir á laksi í koronu-tíðini hava sum heild verið nakað lægri, enn teir annars høvdu verið uttan koronu. Men, eg vil siga, at tað hevur verið rættiliga gott kortini. 

Stjórin ásannar, at koronu-tíðin saktans kann fara at hava við sær, at eftirspurningurin eftir laksi fer at gerast enn størri, enn hann var fyri koronu.

- Tað er ikki óhugsandi, nú matstovurnar eru opnar aftur, at fólk bæði fara at eta laks úti og heima. 

Størstu marknaðarlondini hjá Hiddenfjord eru Russland og USA, og síðan selur felagið eisini nakað til Evropa.

Grøni profilurin hjá felagnum ger, at Hiddenfjord flytir allan sín fisk sjóvegis, bæði heilan fisk og fløk, feskt sum fryst, tí hetta gevur munandi minni útlát.

- Tað gongur rættiliga væl at selja bæði í Russlandi og USA. Umleið 60 prosent er heilur fiskur og 40 prosent eru fløk, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar síðsta fríggjadag, var stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.