Emil stórtrívist undir leiðslu av André

Norski álopsspælarin skoraði tvey mál, tá ið HB vann trivaligan sigur ímóti 07 Vestur, sum framvegis saknar fleiri av lyklaspælarunum

Tíðin er av álvara við at renna undan vágaliðnum. Í kvøld var 07 Vestur í Gundadali. Í steðginum var støðan framvegis málleysur javnleikur, og harvið varð tað farið undir seinna hálvleik eftir treytunum hjá gestunum.

 

Men soleiðis var tað bara í knappar fýra minuttir eftir steðgin. So legði HB seg á odda. Málskjútti var Jákup L. Thomsen, sum skoraði fyri áttandu ferð í ár. Hann varð spældur leysur eitt sindur út í høgru av Mathias Voss.

 

HB venjarin André Olsen skifti beinanvegin eftir steðgin tveir spælarar inn. Teir vóru Mathias Voss og Heðin Hansen, sum avloystu Dan í Soylu og Bartal Wardum.

 

At HB var frammanfyri bar við sær, at tað nú gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, men illa sperda 07 Vestur hevði tó ikki givið skarvin yvir.

 

Í Vágum rakar tað meint, at fleiri av teimum, sum vóru roknaðir at fara at vera stuðulsspælarar, hava verið so mikið meint skaddir stóran part av kappingarárinum, at teir ikki hava verið førir fyri at spæla.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin  vórðu Silas Gaard og Jonathan Flensborg, sum er ein av teimum, ið hevur verið nógv skaddur, og sum hevur spælt lítið, skiftir inn.

 

Men fýra minuttir seinni økti HB um leiðsluna, og hóast 07 Vestur vísti góðan hugburð, og tað onkra ferðina vóru spentar støður í brotsteiginum frammanfyri Bjart Vitalis Mørk, so eydnaðist tað ikki at minka um munin, og tá ið álopsbogin av álvara varð spentur, svaraði HB aftur og staðfesti í tíðini, sum dómarin legði aftrat, 3-0 sigurin.

 

Tey bæði síðstu málini skoraði fyrrverandi 07 Vestur spælarin Emil G. Pedersen. Í vetur flutti hann úr Vágum og til HB, men nógvu tey fyrstu umførini gjørdi hann ikki nógvar skreytir. Síðani André Olsen tók við sum venjari og Tróndur Jensen og Teitur Matras Gestsson komu á beinkinum saman við nýggja venjaranum, hevur tað vent heilt øðrvísi.

 

Bæði hjá HB, sum ikki enn hevur tapt í landskappingini síðani venjaraskiftið, og ikki minst hjá Emil G. Pedersen. Undan venjaraskiftinum hevði hann skorað tvey mál. Í kvøld skoraði hann tvey mál, og nú hevur hann skorað tíggju mál. Hann sær út til at vera fullur í sjálvsáliti, og tað, sum fyrr í ár miseydnaðist, eydnast nú. Soleiðis var tað í kvøld, og nú verður við spenningi bíðað eftir, hvussu tað verður hjá André, Emil og HB, tá ið teir sunnudagin fara til Klaksvíkar.

 

07 Vestur er aftast við sjey stigum, og knívurin fer at liggja øgiliga tungur á barkanum, tá ið TB leygardagin verður gestur á Dungasandi.

 

HB – 07 Vestur 3-0 (0-0)

 

1-0: Jákup L. Thomsen

 

2-0: Emil G. Pedersen

 

3-0: Emil G. Pedersen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Dan í Soylu  – Jákup L. Thomsen, Emil G. Pedersen

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Edvin Jakobsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic – Jón í Horni Nielsen, Casper G. Hansen, Rasmus Helgason, Jóannis á Steig – Mikkel Hyllegaard, Tobias Fabian Giusti, Lucas Gardar