Íslandi verður fyri skaða, áðrenn lendingina í Vágum. Alt endar við, at flúgvarin skríður oman av breytina á flogvøllinum í Vágum, og nú er at fara skjótt til verka, tí talan er um eina stóra vanlukku. Júst [...] verður rópt figurantar. Teirra uppgáva er at vera og gera akkurát sum ferðafólki vildi gjørt, var hetta veruleiki. Ymiskt er, hvussu fólkini eru fyri. Umráðandi er at fáa hesi viðgjørd og mett um, og flestu [...] avvarðandi myndugleikar ígongd við bjargingina. Tað er nógv at gera, og ikki alt er, sum tað skal, tí onkur av teimum luttakandi kunnu ikki vera við, tí tey eru bundin aðrastaðni. Umborð á flogfarinum eru
ævisøguliga dæmda ? vanliga realismu. Á hesum stað kann vera hóskandi at siga eitt sindur um fyribrigdið vísindabókmentir. Hugtakið, sum er ógvuliga torført at greina, verður vanliga brúkt í tveimum týdningum [...] a roynd at lýsa eitt menningarligt kvantlop. Um somu tíð, mitt í fimtiárunum, var tað týðiligt, serstakliga í USA og Onglandi, at sf-høvundarnir evnisliga vórðu riknir í rætt. Brúk var fyri at spreingja [...] royndir fyrst at gerast lækni (og fáast við disseksjón) og seinni at læra til flogskipara vóru eitt slag av tvingsilskendari afturvendan til sjónir, sum ikki vildu sleppa honum. Tað fór at lætta, tá ið
honum? Nei, tað veit eingin reiðiliga at siga, og harvið verður tað. Um tað er tí, at teir eru so gamlir, at teir ikki orka at ganga út til hansara, er ikki til at vita, tí teir siga einki um tað sjálvir [...] onkran góðan dag, vita teir, og eru spentir at frætta, um hann heldur fram við tí. ?Nei, tað er so vist, at hann er av oynni. Tað frætti eg úr Skopun í morgun, at hann fór umborð á Teistan. ?Hvat va' tað [...] øðrumegin teir og egningarskúrarnir hinumegin. Ein bilur kemur oman brekkuna og sneiðir av. Ein, sum fer at hyggja sær eftir bátinum. Okkurt er at taka hondina í. ?Ja, hann er heldur ikki úti í dag. Man tað
Patursson, sum búði har. Eitt kvøldi fara tey oman at hyggja eftir Roykstovuni, og tá hendir óhappið við hundalortinum. Landsrætturin helt tað vera avgerandi, at hurðin, sum Bryndis og tey nýttu hetta kvøldið [...] Fegin Sølva og Páll vóru sum vera man sera fegin, eftir at dómurin varð lisin upp hósmorgunin. ? Hetta er ein stórur lætti hjá okkum. Eg roknaði ikki við, at vit fóru at vinna sakina, segði Sølvá Patursson [...] kvøldi. Orsøkin til at íslendska kvinnan slapp inn í Roykstovuna var, at hon var í fylgi við manni, ið hevði tilknýti til garðin, og tey nýttu privatu inngongdina. Tí er tað ikki avgerandi, at Roykstovan annars
Egholm. ?Men at vera sjálvbjargin nýtist ikki at merkja tað sama sum, at nú kvetta vit bara alt samband við Danmark. Tað eigur at koma so við og við, sum umstøðurnar loyva tí. Hon sigur, at hon er púra [...] Vit sita í stovuni í Leynum. Útsýni oman á Lónna er frálíkt. Uttan fyri skínur sólin. Men lotið er kortini so mikið kølið, at Soffi hevur valt at lata altanhurðina vera afturlatna. Kortini hoyrist spakuliga [...] gjørt av at gevast við aktivum politikki, tá hon flutti aftur til Føroya, játtaði hon kortini at stilla upp til løgtingsvalið, nú heitt varð á hana. Og tað var eingin ivi um, at tað skuldi vera fyri Ja
hevur sýtt fyri at slaka. So seint sum hósdagin segði hann seg duga at skilja, at amerikanararnir hava ein trupulleika í Miðeystri, men legði afturat, at amerikanararnir eisini mugu duga at skilja tað, sum [...] tann fundin vera eitt mistak. Sharon sigur, at Arafat er yvirgangsmaður, men mikudagin segði Powell, at Arafat er tann, sum Ísrael noyðist at samráðast við. Ísraelski herurin upplýsti í gjár, at hann hevur [...] palestinskar fangar á Vestara Áarbakka. Fyrr hevur Ísrael sagt, at fleiri enn 200 palestinar eru deyðir í bardøgum, men palestinar siga, at talið er oman fyri 500.
grind. Jamen álvara! Restorffs roynir at selja sínar vørur við yvirskriftini »Grindadráp, Hitler og finningar-plattur« - og síðani at siga, at tað er nógv fyri, at týskarar skulu briksla okkum grindadráp [...] nevndarlimur. Her var als onki at lesa skeivt. Í hesi lýsingini vóru týskarar nakrir helvitis fanar, sum ikki bara hava dripið jødar, men sum oman á halda seg kunna fortelja okkum, at vit ikki skulu drepa grind [...] rætt til at drepa? Eg havi leitað eftir tí skemtiliga í lýsingini, men eg finni tað ikki. Kanska átti eg at umsett hana til týskt og sent nøkrum týskarum í ES-parlamentinum hana. Bara fyri at vita, um
vísindafólkum at búgva í. Høvuðspersónar í søguni eru nervaskurðlæknin Robert Powers og lívfrøðingurin Whitby. Sum heild tykist søgan at vera ein roynd at lýsa menniskjans royndir at glímast við ella at sættast [...] sínum mætastu fyrimyndum. Ein eigur at gera sær greitt, at listafólk sjáldan hava veruligt vísindaligt innlit, men at summi teirra eftir førimuni, og á sín hátt, royna at viðgera t.d. alisfrøðilig framstig [...] menniskjum. Fyri stuttum førdi ein enskur mannfrøðingur fram, at orsøkin til hetta framtakið var meira jarðbundin: tað var gávan at abstrahera, at gera hugtøk og ímyndir, sum gjørdi Cro-Magnon-menniskjað til
eydnast B36 at vinna sær tey trý stigini. At kalla allan fyrra hávleik vóru tað teir, sum vóru omaná. Teir royndu at leggja eitt ávíst tryst oman móti málinum hjá NSÍ, og í borðunum báðum varð roynt at bróta [...] beinleiðis í spælinum. Miðvøllurin tykist nú spakuliga at vera við at koma fyri seg, og fáa álopsmenninir veruliga glið á, so er lítið at ivast í, at runavíkingar kunnu røkka heilt langt í ár. Ikki minst [...] eisini merkt av, at menn nú vóru um at gerast dekan ov heitir. Serstakliga kom røk í millum Arnbjørn Danielsen og Sonna L. Petersen. Helst átti dómarin at steðgað hesum munandi skjótari við at geva teimum hvør
hálvleiki var tó lítið, sum bendi á, at nakar av pørtunum ætlaði sær at vinna. Úr Vágunum frættist, at spælið als ikki var nakað at reypa av fyrstu trý korterini, og at tað var rættiliga langt ímillum løturnar [...] royndu hinvegin í mestan mun at binda fyri, soleiðis at í øllum førum annað stigið kundi fáast av aftur oynni, og sum vera man, so viðførdi hetta, at eitt munandi trýst varð lagt oman móti málinum hjá EB/Streymi [...] tað tó tann vegin, at tað skuldi eydnast gestunum at verja seg til ein málleysan javnleik, tí hóast trýst og møguleikar, so tóktust teir á heimaliðnum at hava meira enn striltið við at vinna seg fram til