MIÐEYSTUR
Í gjár skuldi Colin Powell hitta mannin, sum hevur lagt átakið ímóti teimum palestinsku yvirgangsmonnunum til rættis, Ariel Sharon, forsætisráðharra.
Áðrenn hann kom til Ísraels hóskvøldið, segði Powell, at sama hvussu leingi ísraelski herurin heldur fram við átakinum á Vestara Áarbakka, verður trupulleikin ikki loystur.
?Tað verða framvegis tey, sum eru til reiðar at nýta harðskap og sjálvmorðsbumbur.
Harðskapurin og hatrið hvørvur ikki, fyrr enn vit finna eina politiska loysn, sum ber í sær, at ein palestinskur statur verður skipaður, segði Powell.
Seinastu dagarnar hava bæði hann og George W. Bush, forseti fleiri ferðir kravt, at Ísrael skal taka seg aftur.
Men Sharon hevur sýtt fyri at slaka. So seint sum hósdagin segði hann seg duga at skilja, at amerikanararnir hava ein trupulleika í Miðeystri, men legði afturat, at amerikanararnir eisini mugu duga at skilja tað, sum Ísrael er í ferð við.
Í gjár skuldi Powell hitta Sharon, og í dag skal hann tosa við palestinska leiðaran, Yasser Arafat, sjálvt um Sharon heldur tann fundin vera eitt mistak. Sharon sigur, at Arafat er yvirgangsmaður, men mikudagin segði Powell, at Arafat er tann, sum Ísrael noyðist at samráðast við.
Ísraelski herurin upplýsti í gjár, at hann hevur tikið 4.185 palestinskar fangar á Vestara Áarbakka. Fyrr hevur Ísrael sagt, at fleiri enn 200 palestinar eru deyðir í bardøgum, men palestinar siga, at talið er oman fyri 500.