Endursetanin fær atfinningar frá bæði franska vinstra- og høgravonginum.
Fyrst í vikuni legði franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu, frá sær.
Men um hann var farin at pakka saman, so má hann steðga á og pakka út aftur.
Í gjár setti Emmanuel Macron, forseti, sama Sébastien Lecornu aftur sum forsætisráðharra í landinum.
– Eg taki - av skyldu - við uppgávuni, sum forsetin hevur latið mær upp í hendurnar at gera alt møguligt fyri at geva Fraklandi fíggjarlóg áðrenn árslok og fyri at møta dagligu avbjóðingunum hjá okkara landsmonnum, skrivar hann í einum uppslagi á X.
Lecornu legði mánadagin frá sær sum forsætisráðharri, eftir bert at hava sitið í minni enn ein mánað. Sambært forsætisráðharranum sjálvum vóru tað millum annað ósemjur um komandi fíggjarlógina hjá Fraklandi, sum førdu til, at hann legði frá sær.
- Eg kom í grundini í ta støðu, at eg var til reiðar at gera semjur. Men hvør politiskur flokkur vil hava hinar politisku flokkarnar at samtykkja alla sína skrá, greiddi hann frá mánadagin. Men hann sleppur eftir øllum at døma ikki undan tí uppgávuni, tí hansara høvuðsuppgáva, sambært hansara innleggi á X, verður at tryggja, at ein fíggjarætlan er komin uppá pláss áðrenn árslok.
- Vit mugu steðga hesi politisku kreppu, sum ørkymlar fraklendingar, og hesi ójavnvág, sum skaðar umdømi og áhugamál hjá Fraklandi, skrivar hann á X.