Landsstýrið vil køva privatar miðlar

Landsstýrið ætlar at brúka 10 milliónir krón­ur til at stovna ein nýggj­an fjøl­mið­il at kapp­ast við teir priv­atu miðl­ar­nar í Før­oy­um.

Tað er greitt, eftir at Almanna- og ment­a­mál­a­ráð­ið hevur sent uppskot til hoyr­ing­ar um nýggja lóg um miðlastuðul.

 

Undir síðstu samgongu varð eisini pilk­að við lógina, sum gjørdist nógv verri og sera trup­­ul at um­sita. Lands­stýr­is­mað­ur­in tá, Jen­is av Rana, vildi broyta lógina eftir egn­­um høvdi, hóast mótmæli og frámæli. Úrs­­­lit­­ið gjørd­ist ein hurlu­vasi, sum allir part­­­ar nú royna at sleppa burtur úr.

 

So kundu vit hildið, at hetta landsstýrið fór at bøta skaðan. Jú, játtaðir eru fleiri peng­ar, tað er ein ítøkiligur bati. Men fólk í sam­gong­uni vilja ikki hava ver­andi miðlar. Tey vilja hava nýggjar miðlar við øðr­um fólk­um og øðr­um eig­ar­um – helst eis­ini við 'betri og rætt­ari' mein­ing­um. Tí ætla tey at brúka 10 mill­i­ónir al­menn­ar krón­­ur at stuðla ein­um nýggj­um fjøl­miðli í fimm ár. Hes­ir peng­ar skulu brúk­ast til at kapp­­ast við ver­andi miðl­ar, ið frammanundan liggja lágt.

 

Hendan ætlan sigst byggja á ein dreym hjá fyrr­­ver­­andi kringvarpsfólki í Tjóðveldi, sum droyma um at stovna eitt nýtt al­ment kring­­varp – »eina lítla­syst­ir hjá Kring­varp­i­­num«, sum onkur hevur málborið seg. Ein ætl­an, sum hevði kostað nógvar tíggjutals mill­i­ón­ir um árið.

 

Privatu miðlarnir hava tað sum er trup­ult við at kapp­ast við fleiri almennar stovn­­ar, sum eisini royna at tjena peng­ar á lýs­­ing­­ar­markn­að­i­num, sum nátúrliga lá hjá bløð­u­­num, ið hava verið til seinastu 150 ár­­ini. Har­­um­­framt kappast privatu miðl­ar­nir við teir am­er­ik­onsku sosialu miðlarnir, sum land­ið og al­menn­ir stovnar eisini brúka nógv, held­ur enn at brúka tænast­ur hjá før­­oysk­um miðl­um, sum gjalda skatt, løn­ir, mvg og keypa tænastur í føroyska sam­­fel­­ag­­num.

 

Vit kunnu bara vóna, at onkur fær hesi tjóð­veld­is­fólkini upp á aðrar tankar, áðrenn hetta verður borið í Løgtingið. Uppgávan hjá pol­i­t­­ik­­ar­um er at skapa fortreytir hjá vinn­uni. Skapa góðar og tryggar karmar um vinn­una. Upp­gáv­an er ikki blanda seg uppí, at be­­stemma innihald, at døma um innihald, ella at gera av, hvør skal sleppa at hava ein fjøl­miðil. Tað dugir vinnan sjálv nógv betri enn polit­ik­ararnir, sum skulu halda fingr­ar­nar langt burtur frá slíkum.  Fyri tað um fyrr­ver­andi kring­varps­fólk­ini í Tjóð­veldi ikki skilja hetta, so vóna vit, at løg­mað­ur er so fræg­ur, at hesin ørskapurin steðgar.

 

Tað er kortini órógvandi og lítið álitis­vekj­andi, at eitt slíkt kapp­ing­ar­av­lag­andi upp­skot kemur úr Tinga­­nesi, tí so hava topp­ar­nir í samgonguni góðkent tað.