NSÍ líkist vinnaranum

B36-NSÍ 1-2 (1-0):
Runavíkingar hava nú bestu kortini á hondini í bólki 1, eftir at teir leygardagin í evstu løtu fingu togað sær trý stig á útivølli móti B36

Løgmanssteypið

B36 kundi við einum sigri leygardagin ogna sær oddasessin í bólki eitt. Runavíkingar komu á vitjan, og tó at tað kanska vóru gestirnir, sum høvdu størra tørvin á stigunum, so var einki at ivast í, at teir á heimaliðnum vóru favorittar.

B36 omaná
Fyrstu longu løtuna av dystinum var eisini líkt til, tað skuldi eydnast B36 at vinna sær tey trý stigini.
At kalla allan fyrra hávleik vóru tað teir, sum vóru omaná. Teir royndu at leggja eitt ávíst tryst oman móti málinum hjá NSÍ, og í borðunum báðum varð roynt at bróta ígjøgnum, soleiðis at vandamikil innlegg kundu spyrjast burturúr.
Talan gjørdist tó ikki um so øgiliga nógvar málmøguleikar. Partvíst tí runavíkingarnir hava eina miðverju, sum er rættiliga sterk í luftspælinum, og partvíst tí bóltarnar ofta lógu somikið nær málinum, at Jens Martin Knudsen ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum.
Eftir at B36 soleiðis hevði roynt at hótt eina løtu, fingu teir hol á um hálvan hálvleikin, men tað skuldi eitt mistak frá NSÍ til, áðrenn hetta lat seg gera. Ein afturlegging til málverjan gjørdist ov stutt, og tá John Petersen var um reppið at koma ímillum, sá Jens Martin seg noyddan at nýta hondina til at steðga bóltinum.
Óbeinleiðis fríspark varð dømt. Runavíkingar stillaðu stóran manngarð á 5-metra teiginum, men lítið hjálpti. Skotið sjálvt varð sent á undirsíðuna á tvørtrænum, men Magni á Lakjuni var fyrstur at fylgja upp, og so var B36 á odda.
Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, royndu teir á heimaliðnum at trýsta, men tað gekk framvegis hampuliga striltið at fáa nakrar veruligar málmøguleikar. Jens Martin Knudsen hevði tó eina góða bjarging, tá Jákup á Borg royndi seg av brotsteigarmarkinum, og John Petersen var heilt nær við einar tvær ferðir, men annars hevði NSÍ mest sum tamarhald á. Teir bitu nú eisini spakuliga frá sær, og ta einu ferðina noyddist Arnbjørn Danielsen at bjarga á málstrikuni.

Vend kom í
Rættiliga tíðliga í seinna hálvleiki tók dysturin tó at venda. Onkursvegna tóktist tað, sum um heimaliðið ikki hevði orku til áhaldandi at trýsta runavíkingarnar, og spælið varð alt fyri eitt førkað nakað væl niðan á B36 hálvuna.
Helst var tað eisini ein stór avmarking hjá B36, at Klæmint Matras ikki fekk verið við hendan dystin. Uttan stríðsmannin og krumtappin fingu runavíkingar nógv betri rásarúm á miðvøllinum, og ikki minst tóktist Pól Thorsteinsson veruliga at koma í gongd nú.
Kanska høvdu runavíkingarnir ikki bóltin so nógv meira enn heimaliðið, men tá teir vóru í álopi, so vóru teir nógv meira beinleiðis. Royndu at stinga bóltar út í borðini, og so fáa sent innfyri, har Helgi og Sonni L. Petersen vóru menninir, sum skuldu taka ímóti bóltunum.
Annars varð hendan fyrsta løtan av seinna hálvleiki eisini merkt av, at menn nú vóru um at gerast dekan ov heitir. Serstakliga kom røk í millum Arnbjørn Danielsen og Sonna L. Petersen. Helst átti dómarin at steðgað hesum munandi skjótari við at geva teimum hvør sítt gula kort, men tá einki hendi, gjørdist spælið veruliga ófantaligt eina løtu. Hevndaratgerðir fingu loyvi at seta sín keðiliga dám á, og uttan nøkur stórvegis mótmæli kundi dómarin væl givið í øllum førum trý reyð kort hesa løtuna, men tey komu ikki, og tíbetur sissaðust leikararnir so við og við, soleiðis at tankarnir aftur fóru at leita til fótbóltin.

Fingu lønina
B36 hevði kanska riðið ringasta stormin av sær, men tá góður tími var farin, eydnaðist NSÍ at javna. Jónstein Petersen var staddur beint uttan fyri brotsteigin, tá ein bóltur varð sendur innfyri. Í fyrstu atløtu fekk B36 vejran stútað útfrá, men við einum klokkureinum ristskoti hamraði Jónstein bóltin í kassan. Kanska helt Magnus Poulsen, at hann hevði tamarhald á harða skotinum, men tá bólturin tók høvdið á Arnbjørn Danielsen á vegnum, var málverjin fullkomuliga seldur.
Ein skuldi kanska hildið, at hetta fekk meira lív í B36 liðið aftur, soleiðis at teir nú fóru at trýsta niðaneftir, men soleiðis varð ongan tíð.
Spælið gekk framvegis rættiliga stirvið. Litil ferð ella hugflog var á, og bert tað einu ferðina hóttu teir veruliga, tá Jákup smekkaði til á tvørtræið.
Hinvegin hendi kanska heldur ikki so nógv longur, men framvegis hevði tú varhugan av, at skuldi ein avgerð fella, so máttu tað verða gestirnir, sum stóðu fyri hesi, og tá vanliga leiktíðin var farin, fingu teir løn fyri strevið.
B36 verjan var alt annað enn vakin, tá NSÍ vann sær innkast í høgra borðið. Bólturin varð tveittur til Kára Hansen, sum slapp sær at baklinjuni. Hann legði flatt útfrá málinum, og við handara stólpa kom Jónstein Petersen púrasta leysur og stýrdi bóltinum inn til ein tá samanumkom væl uppibornan sigur.
Kanska var sigurin hjá runavíkingunum fyrst og fremst grundaður á góða stríðsviljan, men yvirhøvur vóru tað eisini teir, sum sýndu betra spælið. Teir vóru nógv meira beinleiðis í spælinum. Miðvøllurin tykist nú spakuliga at vera við at koma fyri seg, og fáa álopsmenninir veruliga glið á, so er lítið at ivast í, at runavíkingar kunnu røkka heilt langt í ár. Ikki minst tí hópurin í ár tykist breiðari, enn hann nakran tíð áður hevur gjørt.

Dysturin í tølum
B36-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Magni á Lakjuni
1-1: Jónstein Petersen
1-2: Jónstein Petersen