Roykstovan fríkend fyri hundalortin

At glíða í einum hundalorti gav kortini einki endurgjald. Bóndahjúnini Sølvá og Páll Patursson vórðu hósmorgunin fríkend í Landsrættinum, eftir at tey í Føroya Rætti vórðu dømd at rinda 42.000 krónur í endurgjald til íslendska kvinnu vegna vantandi reinføri

Landsrætturin segði í úrskurðinum, at Roykstovan við Sølvá og Páll einki skeivt hevur gjørt, sum kann geva teimum ábyrgdina av óhappinum, tá ein íslendsk kvinna gleið í einum hundalorti í gongini í Roykstovuni í 1993 og meiddi sær knæið. Hon misti átta prosent av arbeiðsførinum vegna óhappið.
Føroya Rættur gav hinvegin kvinnuni viðhald í endurgjaldskravinum, tá hann feldi dóm 4. september í fjør. Kvinnan fekk 42.000 krónur av kravinum, sum var 89.000 krónur. Landsrætturin er tó ikki av somu áskoðan.
Íslendska kvinnan var á vitjan í Føroyum við einum skúlaflokki, og hon búði í Kirkjubø hjá einum vinmanni, sum hevði tætt tilknýti til garðin og familjuna Patursson, sum búði har.
Eitt kvøldi fara tey oman at hyggja eftir Roykstovuni, og tá hendir óhappið við hundalortinum.
Landsrætturin helt tað vera avgerandi, at hurðin, sum Bryndis og tey nýttu hetta kvøldið, var tann hurðin, ið bara húsfólkið og tey nærmastu vanliga nýta privat. Ferðafólk og aðrir gestir, sum skulu síggja Roykstovuna, nýta vanliga eina aðra almenna hurð, og hendan var stongd.
Sølvá Patursson greiddi frá, at hundurin er komin inn í gongina, samstundis sum íslendska kvinnan og hinir gestirnir komu inn. Tann hundurin, sum lortin eigur, er komin inn, tí gestirnir ikki hava latið hurðina aftur eftir sær.
Dómurin í Føroya Rætti sigur, at vantandi reinføri var orsøkin til óhappið. Hesum vísir Landsrætturin nú aftur, tí Sølvá greiddi frá, at hon altíð kannar, um hølini tørva reingerð, tá hon stongir og sløkkir á kvøldi.
Orsøkin til at íslendska kvinnan slapp inn í Roykstovuna var, at hon var í fylgi við manni, ið hevði tilknýti til garðin, og tey nýttu privatu inngongdina. Tí er tað ikki avgerandi, at Roykstovan annars er alment atkomiligt stað.
? Da appellanten således ikke har udvist ansvarspådragendi adfærd, frifindes appellanten allerede af denne grund, siga dómararnir í niðurstøðuni.
Íslendska kvinnan skal nú rinda hjúnunum 23.000 krónur fyri sakarmálskostnað.

Fegin
Sølva og Páll vóru sum vera man sera fegin, eftir at dómurin varð lisin upp hósmorgunin.
? Hetta er ein stórur lætti hjá okkum. Eg roknaði ikki við, at vit fóru at vinna sakina, segði Sølvá Patursson, tá vit fingu orðið á hana.
? Tað hevur eisini verið sera tyngjandi fyri okkum, at vit eru dømd fyri vantandi reinføri í Føroya Rætti, tá eg havi gjørt alt fyri at halda Roykstovuna reina, sigur hon.
Um eina viku flyta hjúnini Páll og Sølvá út úr húsunum, har Roykstovan er, og inn í onnur hús í Kirkjubø. Sonurin tekur tá við festinum. Sølvá sigur, at nú kunnu tey lata garðin við góðari samvitsku, eftir at tey eru fríkend.