?Øvelsen blev løst rimeligt godt, med de midler der var til rådighed.
Soleiðis ljóðar fyrsta linjan í niðurstøðuni í eftirmetingarfrágreiðingini frá YTRA 2001 venjingini.
Tað eru teir tríggir, Eivin H. Jacobsen, William Askham, Hera Andreassen, hava skrivað rapportina um hvat og hvussu í sambandi við YTRA 2001. Teir umboða hvør sín part av tilbúgvingini í sambandi við eina tílíka vanlukku.
Hendingin ella vanlukkan, ið venjingin verður bygd rundanum, er ein fokker 50 flúgvari úr Íslandi verður fyri skaða, áðrenn lendingina í Vágum. Alt endar við, at flúgvarin skríður oman av breytina á flogvøllinum í Vágum, og nú er at fara skjótt til verka, tí talan er um eina stóra vanlukku.
Júst sum var tað veruleiki skulu avvarðandi myndugleikar ígongd við bjargingina. Tað er nógv at gera, og ikki alt er, sum tað skal, tí onkur av teimum luttakandi kunnu ikki vera við, tí tey eru bundin aðrastaðni.
Umborð á flogfarinum eru 49 fólk. Hesi er í venjingini tað, ið verður rópt figurantar. Teirra uppgáva er at vera og gera akkurát sum ferðafólki vildi gjørt, var hetta veruleiki. Ymiskt er, hvussu fólkini eru fyri. Umráðandi er at fáa hesi viðgjørd og mett um, og flestu teirra skulu eisini til Havnar á sjúkrahús, og hetta verður við eitt set í gongd.
Endamálið við venjingini var at fáa royndarkoyrt og avprøvað Alarm- og bjargingartilbúgvingina í sambandi við Vága floghavn. Venjingin hevði atlit at Samarbeiðinum millumt teir luttakandi partarnar, systimatikkin á ætlanunum, ætlanarstrukturinum og kommunikatiónsmiðlunum.
Hetta er kanska ikki so øgiliga sigandi hjá flestum ?vanligum?, men er nakað, ið bjargingarkøn meta vera sera týdningarmikið.
Venjingin vardi tað mesta av seinnapartinum 2. november 2001.
Nakrir lekar
?Hetta var læruríkt og gott. Eitt væl eydnað venjing er ein vemjing, har tú leggur til merkist teir veikleikar og skeivleikar, sum eru. Ì so máta hevur hon eydnast væl, sigur Uni Vestureið, politiovasti, sum er partur av leiðslubólkinum í sambandi við YTRA 2001.
Venjingar av hesum slag hava verið frammanundan, og fyrireikararnir fegnast yvir tey framstig, ið eru gjørd. Venjingar av hesum slag verða hildnar fjórða hvørt ár.
?Tað, ið vit hava sæð við teimum venjingunum frammanundan hesari, er nógv meira álvarsligt enn hetta. Tey ting, ið vit vilja arbeiða framímóti at rætta, eru smærri ting, men framvegis týdningarmikil, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.
Eftirmetingingin hevur víst á fleiri óheppin ting í sambandi við venjingina, men tað vóru eisini nógv ting, ið virkaðu sum tey skuldu. Serliga kommunikatiónin millum partarnar er nakað, ið arbeiðast skal við at betra, varð sagt á tíðindafundi, tá eftirmetingin varð løgd fram.
Ein listi við 28 punktum, sum skulu rættast varð varpaður upp, men talan var fyri tað nógva um smáting.
Nýggjar avbjóðingar
Við hesari venjingini, so skuldi fyrireikararnir og øll tey luttakandi fyrihaldi seg til tey viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi. Tað var vetrardagur, og tað var nógv at gera, og alt skuldi virka saman.
Í framtíðarvenjingunum vilja tað vera nýggjar og ørðvísi avbjóðingar afturat. Millum annað vil undirsjóvartunnilin broyta munandi upp á støðuni, hendi ein vanlukka á flogvøllinum í Vágum.
Fyrireikararnir vilja fegnir takka øllum teimum, sum tóku lut í venjingini. Teir frívilligu vístu gott hegni og vilja, oghetta fáa tey stóra tøkk fyri.