Løgtingsval
Leynum:
Tað er alt ov lítið gjørt við arbeiðsmedisin í Føroyum, heldur Soffi Egholm, sum er stillað upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin í Norðurstreymoy. Hennara hjartamál eru almanna- og heilsumál, og serliga er tað trivnaðurin á arbeiðsmarknaðinum, sum liggur henni á sinni.
Vit sita í stovuni í Leynum. Útsýni oman á Lónna er frálíkt. Uttan fyri skínur sólin. Men lotið er kortini so mikið kølið, at Soffi hevur valt at lata altanhurðina vera afturlatna.
Kortini hoyrist spakuliga sjóðið av runinum á Lónni. Áarsuðið blandar seg upp í ljóðini uttanfyri, og einar tvær ær hava rímiliga góðan hug á úthurðini.
?Eg lat hurðina standa opna i morgun, og beinanveg vóru tær inni, greiðir Soffi frá.
Soffi Egholm, sum er ættað úr Leynum, hevur búð í Danmark i 28 ár og er nýliga flutt heimaftur til Føroya.
-Hon hevur luttikið aktivt í donskum politikki. Bæði sum amtsráðslimur í Viborg Amt, har hon búði, og eisini sum landspolitikari. Hon var uppstillað fyri Javnaðarflokkin í Ringkøbing Amt. Har er hon tvær ferðir vorðin tiltakslimur til Fólkatingið, og hevur eisini sitið á Fólkatingi sum slíkur.
?Tað er krevjandi at vera tiltakslimur, greiðir hon frá, tí væntað verður av tær, at tú ert inni í tingunum, sum viðgjørd verða á Fólkatingi, tá tú verður innkallað. Tað verður rættiliga nógv pappír býtt út, eisini til tiltakslimirnar, um mál, sum teir skulu seta seg inn í.
Eingin ivi
Hóast hon mestsum við sær sjálvari hevði gjørt av at gevast við aktivum politikki, tá hon flutti aftur til Føroya, játtaði hon kortini at stilla upp til løgtingsvalið, nú heitt varð á hana. Og tað var eingin ivi um, at tað skuldi vera fyri Javnaðarflokkin.
?Tað liggur í blóðinum, sigur hon. Og eg vil siga beinanveg, at mær hevði dámt væl, um sambandið millum Javnaðarflokkin og fakfeløgini varð styrkt. Tí tað er i fakfeløgunum, at vanliga arbeiðsfólkið er.
Í sínum dagliga yrki í Danmark kom Soffi rættiliga nógv í samband við fólk, sum veruliga høvdu brúk fyri almannaverkinum. Hon er útbúgvin psykoterapeutur og hevur verið rættiliga virkin innan økissálarrøktina.
Hon sigur, at í Føroyum eru vit óhugnaliga langt aftan fyri tað, sum vit áttu at verið nádd til á tí økinum.
Grundirnar kunnu vera so ymiskar, men eingin ivi er í hennara sál um, at tann politiski áhugin og viljin hevur ikki økt møguleikarnar hjá hesum partinum av almanna- og heilsuverkinum.
Arbeiðsmarknaðurin
Soffi Egholm er sannførd um, at í Føroyum nógv eftir at gera, áðrenn almannaverkið er komið á hædd við tað, sum er í Danmark.
Tað verður ofta havt upp í móti teimum, sum tosa um betri almannaverk, at tað kostar so nógv, vísir Soffi Egholm á.
Aftur í móti tí plagar hon at siga, at tað er nogv bíligari at fyribyrgja skaða og sjúku heldur enn at eftirviðgera, tá skaðin er hendur.
Serliga tað við fyribyrging er eitt øki, har føroyingar eru rættiligir eftirbátar, visir hon á.
?Arbeiðsmedisin er eitt forsømt fyribrigdi í Føroyum, og Arbeiðseftirlitið tykist bara koma, tá boð verða send eftir tí, sigur valevnið í Norðurstreymi.
Tað skal eftir hennar metan vera øvugt. At farið verður út á arbeiðsplássini og ansað verður eftir, at tær neyðugu fyriskriftirnar verða hildnar.
Men eitt annað er, sum eisini átti at verið nógv meira gjørt við, vísir hon á. Tað er, at kommunulæknarnir áttu at fingið nógv betri umstøður til gransking.
Vanliga er kommunulæknin tann fyrsti, sum sær einhvønn skaða ella hóttafall, sum fólk hava.
Hann átti so at havt møguleika fyri at fylgt hesum og á tann hátt kanska funnið fram til, hvør grundin var, og hvussu tað kann fyribyrgjast eina aðraferð.
Sjálvbjargin
Eingin ivi er um, at vit skulu vera sjálvbjargin her í landinum, sigur Soffi Egholm.
?Men at vera sjálvbjargin nýtist ikki at merkja tað sama sum, at nú kvetta vit bara alt samband við Danmark.
Tað eigur at koma so við og við, sum umstøðurnar loyva tí.
Hon sigur, at hon er púra sannførd um, at vit hava rætt til hasa milliardina, sum nógv fólk hava so ilt av, at vit fáa. Og av tí sama metir hon, at tað er skeivt at skera hana burtur.
Føroyskur politikkur, og harvið valstríð, snýr seg í ov stóran mun um fullveldi ella ikki, meðan vanligt fólk, sum veruliga hevur brúk fyri rættiligum politiskum avgerðum, detta niður ímillum.
Tosað verður altíð um útbyggingar og vinnu, sum gevur nógvar pengar, so fólk kunnu brúka uppaftur meira.
?Tá er tað líkasum legalt at koma við dýrum vallyftum, vísir Soffi Egholm á. Men tann, sum váðar sær at lova fólki betri liviumstøður annars, verður lagdur undir at oyða landsins pengar.
Men júst tann boðskapur, hon vil hava út um, at fyribyrging er betri enn eftirviðgerð, vísir, at tað verður bíligari at reka almannaverkið soleiðis.
Og so verður lívskvaliteturin hjá fólki eisini nógv hægri av tí sama,vísir Soffi Egholm, løgtingsvalevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðurstreymoy, á.