Teir gomlu eygleiðararnir

Gomlumenninir á havnarlagnum tosa um, hvussu fiskiskapurin var í seinastu viku, og hvussu hendan man fara at roynast. Tað er sær sjálvum líkt Heima á Sandi sum alla aðrastaðni

Túnatos

Heima á Sandi:
?Hvussu e' tað vorðið. Er Niels Jákup úti í dag? vilja teir vita. Hann hevur gjørt onkran góðan dag, vita teir, og eru spentir at frætta, um hann heldur fram við tí.
?Nei, tað er so vist, at hann er av oynni. Tað frætti eg úr Skopun í morgun, at hann fór umborð á Teistan.
?Hvat va' tað fyri eitt stort skip, sum var í havnini í nátt? Tað hevði tveir bummar úti.
?Tað var eitt, sum kom við tøðum til bøndurnar. Hann sjálvur, Pól á Klettum, stílaði fyri, veit ein.
Teir standa har í bólki í krókinum innanvert á havnarlagnum á Sandi. Sólin skínur,og tað er so toluliga lýtt, hóast kavi sást á fjøllunum norðanfyri fyrr í morgun. Flakavirkið er øðrumegin teir og egningarskúrarnir hinumegin. Ein bilur kemur oman brekkuna og sneiðir av. Ein, sum fer at hyggja sær eftir bátinum. Okkurt er at taka hondina í.
?Ja, hann er heldur ikki úti í dag. Man tað feila nakað hjá honum?
Nei, tað veit eingin reiðiliga at siga, og harvið verður tað. Um tað er tí, at teir eru so gamlir, at teir ikki orka at ganga út til hansara, er ikki til at vita, tí teir siga einki um tað sjálvir.
Líkjast ímyndini, ein hevur gjørt sær av gamla sandinginum, ein kendi fyrr. Í grønari ulpu er onkur, Einir tveir í »yviralls« blusu, og teir flestu í føroyskari húgvu. Undir liting, siga teir.
?Hoyr. Hvat veit Sosialurin at siga í dag? eru teir forvitnir at frætta.
?Nei, tað er mest politikkur, sum stendur í bløðunum nú, heldur blaðmaðurin og spyr, hvussu vorðið er við valstríðnum á Sandi.
?Nei, góðin. Eiðasørt. Sandingar eru rættiliga seinir soleiðis, heldur ein. Sæ' tú. Vit hava hoyrt um veljarakanningina, og vit trúgva upp á hana. Folkafloksmaðurin fellur, og borgmeistarin í Skopun fer at verða valdur. Og tað halda vit so.
Javel. So er tann síðan greið, Teir gomlu her Úti í Støð tykjast hava tikið støðu.
Men hvussu er vorðið við hasum húsinum? vil fremmandamaðurin vita, og peikar yvir á húsini, sum standa næst havnarlagnum.
Hann heldur seg vita, at tey einaferð skuldu nýtast sum eitt slag av undirhúsi til hesar eldru meninar.
Har? Á Munkinum? Nei vælsignaður. Har kemur eingin. Teir royktu so óluksáliga illa har inni, at tað bar ikki til at vera har. Nú hava teir ansett folk har at smyrja hurðina, so hon ikki verður føst. Annars heldur bara havnarkontórið til har, og so er wc í kjallaranum. Tað er nokk opið, halda teir.
Navnið á Munkinum krevur eina frágreiðing, og hon er einføld, vita teir at siga.
Tað búðu einar fýra konur, sum ættaðar vóru úr Sumba, beint heimanfyri, so tað var so sjálvsagt, at ytstu húsini vórðu nevnd Munkurin.
So tosa teir um útvarpini, teir hoyra. Jú, tað er eitt bara heilt avvekslandi at hava fingið hasa nýggju kanalina afturat, halda teir. Rás 2 skilst.
?Tað er óbegrípiligt, hvat skopunarkonur eru raskar at senda hvørji aðrari heilsu, heldur ein. Hvussu munnu tær gera, tá tær hava tíð at lurta alla tíðina, meðan tær arbeiða á flakavirkinum?
?Tað er einki fyri, veit ein annar. Nú hava tey bara radio uppi á høvdinum. Líkjast rúmdarmonnum við antennum og tí heila. Og so lurta tær, meðan tær skera. Effektivar vælsignað.
Ja, tað kann so væl vera. Men tað visti tann triðji so fyri púra vist, at tá hann sjálvur, Elis, kom vit Klæmutti hjá Nielsi, tá útkonkurreraði hann heila lortið av øllum hinum.