fyri at hava beint fyri trimum sjúklingum við at geva teimum eitrað saltvatn. Maðurinm varð eisini skuldsettur fyri at hava givið 18 øðrum sjúklingum óneyðugar líðingar. Í dag veit BBC at siga, at løgreglan [...] kannað ymisk viðurskifti í sambandi við, at trý fólk doyðu á sjúkrahúsinum Stepping Hill í býnum Stockport eftir at hava fingið eitrað saltvatn. Nú sigur løgreglan, at hon hevur funnið tveir tilburðir afturat
og nú eggjar fiskimálaráðið teimum, sum eiga hvalabátarnar, til at taka stig til at fáa fleiri at vísa vinnuni áhuga. Norsk bløð skriva, at í 2001 vóru 33 bátar á hvalaveiði, men í fjør vóru teir bara 19 [...] myndugleikarnir økt kvotuna fyri at vekja størri áhuga, soleiðis at í fjør høvdu bátarnir loyvi at skjóta næstan 1.300 hvalir ímóti 550 í 2001. Men tað hevur víst seg, at veiðan er minkað kortini, tí støðugt
støðuna í evruøkinum, og um hvussu umráðandi tað er at fáa vent gongdini. -Leiðararnir vóru á einum máli um, at tað er umráðandi at fremja tiltøk til at styrkja evruøkið og vøksturin í Evropa og heiminum [...] sum heild, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney. Hann legði afturat, at teir tríggir leiðararnir samdust um at tosa saman fyri tann næsta fundin hjá 20-londunum, sum verður í Meksiko 18. og 19 [...] stórum trýtsti, nú Spania hevur tørv á pengum fyri at halda bankakervinum uppi. Samstundis bíða teir eftir umvalinum í Grikkalandi, sum kann enda við, at landið tekur seg burtur úr evrusamstarvinum.
býnum Lyon. Løgreglan sigur, at álopsmenninir byrjaðu við at rópa ókvæmisorð eftir teimum trimum jødunum, áðrenn nakrir teirra lupu á teir og fóru so mikið illa við teimum, at allir tríggir máttu á sjúkrahús [...] sjúkrahús. Franski innanríkisráðharrin, Manuel Valls, segði í gjárkvøldið, at hann er til reiðar at fremja øll neyðug til tøk fyri at berja niður allan ágang, sum hevur samband við átrúnaðin hjá fólki. -Álop [...] sum tryggjar øllum, uttan undantak, møguleika at liva frítt og trygt uttan mun til átrúnaðarliga sannføring, segði ráðharrin. Fronsku fjølmiðlarnir siga, at løgreglan í Lyon hevur styrkt eftirlitið í tí
Libanon, Hassan Nasrallah, segði í gjár, at rørslan hevur nú fingið útgerð, sum ger, at hon kann skjóta eftir og raka mál í øllum Ísrael. Hann nevndi sum dømi, at rørslan kann velja eitt ávíst mál í Tel [...] sambandi við, at Hizbollah fór undir at endurbyggja bygningarnar, sum rørslan hevði í syðra parti av Beirut, men sum íarselsmenn oyðiløgdu fyri seks árum síðani. Hizbollah-leiðarin fanst at USA, Ísrael og [...] og summum arabiskum londum í sambandi við støðuna í Sýrialandi. Hann legði londini undir at hava sett sær fyri at leggja Sýrialand í oyði, tí landið er tann besti stuðulin hjá mótstøðurørslum í Libanon
afturat, at tað er ikki óhugsandi, at tann veruligi tørvurin er tvær ferðir so stórur. Ein kanning hjá IMF vísir, at teir báðir størstu bankarnir, BBVA og Santander, hava fíggjarliga orku til at standa ímóti [...] bankarnir tola ikki, at húsaprísurin fellur meiri, ella at vøksturin í búskapinum minkar enn meiri. -Teir størstu bankarnir hava nóg mikið av pengum, men fleiri aðrir eru so mikið kroystir, at teimum tørvar umleið [...] umleið 40 milliardir evrur fyri at nøkta krøvini, skrivar IMF í einari frágreiðing um støðuna í Spania.
forseti hevur funnist hvassliga at álopinum. Hann var á vitjan í Kina, tá hann frætti um álopið, og hann valdi at stytta ferðina og at fara heim. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at tað vóru menn hjá Taliban, sum [...] Generalurin John Allen var komin til landspartin Logar at tosa við leiðararnar, og bað hann teir um umbering og segði, at NATO hevur samkenslu við teimum, sum hava mist. Sambært afghonskum embætismonnum doyðu [...] Nato bað í dag afghanska fólkið um umbering fyri, at fleiri ósek fólk doyðu í einum loftálopi fyrramorgunin. Talan var um eitt álop við einum ómannaðum flogfari, einari sonevndari dronu (myndin). Generalurin
ferð, at Steingrímur J. Sigfússon hevur vakt ans í Altjóða Gjaldoyragrunninum. Morgunblaðið endurgevur sendimann hjá IMF fyri at hava sagt, at tað var ikki minst Steingrími J. Sigfússyni fyri at takka [...] í íslendska ríkisútvarpinum um vikuskiftið. Hann segði, at hann var á fundi við IMF í sambandi við málið um Icesave, tá hann fekk spurningin um at fara til Grikkalands. Hann tók ikki av. Sambært ríkisútvarpinum [...] takka, at grunnurin gekk við til at lata Íslandi hjálp, hóast spurningurin um Icesave ikki var loystur. Tað hevði annars verið ein treyt frá grunninum.
Miðfloksins fer neyvan at gera meira við politikkin hjá samgonguni, hóast formaður floksins, Jenis av Rana, bakkaði, og Miðflokkurin kortini ikki fór um samgonguni. Tað hótti hann annars við at gera. Hallur av [...] floksins sigur, at tað var ein torfør avgerð. Nevndin í ungmannafelagnum hevur ikki tosað saman aftur, men sjálvur er hann als ikki nøgdur við politikkin hjá samgonguni. Serliga dámar honum illa, at Marknagilsdepilin [...] Marknagilsdepilin verður útsettur, og at studningurin verður skorin. Eisini heldur hann tað vera skeivt at spara so ógvusligt, sum samgongan ætlar. Tað er ikki neyðugt, nú búskapurin er á veg uppaftur, sigur hann
allan heim fegnast um, at amerikanski forsetin, Barack Obama, alment hevur sagt, at hann tekur undir við, at tvey av sama kyni kunnu verða vígd. Obama legði kortini afturat, at teir einstøku statirnir [...] í USA skulu framhaldandi hava rætt til at gera av, um teir loyva samkyndum hjúnarlagi ella ikki. Tað eru ellivu ár, síðani tey fyrstu samkyndu fingu loyvi til at verða vígd. Tað hendi, tá Niðurlond sum [...] sum tað fyrsta í heiminum samtykti at loyva fólki av sama kyni at ganga í hjúnarband. Síðani eru fleiri lond komin afturat, seinast Ísland og Argentina fyri tveimum árum síðani, og í juni kemur Danmark á