Tríggir 18 ára gamlir jødar vórðu í gjár álopnir uttan fyri ein jødiskan skúla í franska býnum Lyon. Løgreglan sigur, at álopsmenninir byrjaðu við at rópa ókvæmisorð eftir teimum trimum jødunum, áðrenn nakrir teirra lupu á teir og fóru so mikið illa við teimum, at allir tríggir máttu á sjúkrahús.
Franski innanríkisráðharrin, Manuel Valls, segði í gjárkvøldið, at hann er til reiðar at fremja øll neyðug til tøk fyri at berja niður allan ágang, sum hevur samband við átrúnaðin hjá fólki.
-Álop sum hetta er eitt tilætlað álop á okkara lýðveldi, sum tryggjar øllum, uttan undantak, møguleika at liva frítt og trygt uttan mun til átrúnaðarliga sannføring, segði ráðharrin.
Fronsku fjølmiðlarnir siga, at løgreglan í Lyon hevur styrkt eftirlitið í tí býarpartinum, har álopið var.