Ungmannafelag Miðfloksins fer neyvan at gera meira við politikkin hjá samgonguni, hóast formaður floksins, Jenis av Rana, bakkaði, og Miðflokkurin kortini ikki fór um samgonguni. Tað hótti hann annars við at gera.
Hallur av Rana, formaður í ungmannafelag floksins sigur, at tað var ein torfør avgerð. Nevndin í ungmannafelagnum hevur ikki tosað saman aftur, men sjálvur er hann als ikki nøgdur við politikkin hjá samgonguni. Serliga dámar honum illa, at Marknagilsdepilin verður útsettur, og at studningurin verður skorin.
Eisini heldur hann tað vera skeivt at spara so ógvusligt, sum samgongan ætlar. Tað er ikki neyðugt, nú búskapurin er á veg uppaftur, sigur hann.
- Tað líkist mest, sum at ein ávísur flokkur í samgonguni roynir at avmontera vælferðarsamfelagið, sigur Hallur av Rana.