Obama tosaði við evruleiðarar

Barack Obama, forseti, tosaði í gjár við týska kanslaran, Angelu Merkel, og italska forsætisráðharran, Mario Monti, um støðuna í evruøkinum, og um hvussu umráðandi tað er at fáa vent gongdini.

-Leiðararnir vóru á einum máli um, at tað er umráðandi at fremja tiltøk til at styrkja evruøkið og vøksturin í Evropa og heiminum sum heild, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney. Hann legði afturat, at teir tríggir leiðararnir samdust um at tosa saman fyri tann næsta fundin hjá 20-londunum, sum verður í Meksiko 18. og 19. juni.

Teir evropeisku leiðararnir eru undir stórum trýtsti, nú Spania hevur tørv á pengum fyri at halda bankakervinum uppi. Samstundis bíða teir eftir umvalinum í Grikkalandi, sum kann enda við, at landið tekur seg burtur úr evrusamstarvinum.