Sponskum bankum tørvar pening

Spanskir bankar hava tørv á í minsta lagi 40 milliardum evrum ella knappliga 300 milliardum krónum, um teir skulu hóra undan. Tað sigur Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF, sum tó leggur afturat, at tað er ikki óhugsandi, at tann veruligi tørvurin er tvær ferðir so stórur.

Ein kanning hjá IMF vísir, at teir báðir størstu bankarnir, BBVA og Santander, hava fíggjarliga orku til at standa ímóti trupulleikunum í spanska búskapinum. Men hinir bankarnir tola ikki, at húsaprísurin fellur meiri, ella at vøksturin í búskapinum minkar enn meiri.

-Teir størstu bankarnir hava nóg mikið av pengum, men fleiri aðrir eru so mikið kroystir, at teimum tørvar umleið 40 milliardir evrur fyri at nøkta krøvini, skrivar IMF í einari frágreiðing um støðuna í Spania.