Minkandi áhugi fyri hvalaveiði

Tey seinastu árini er talið á norskum hvalabátum støðugt minkað, og nú eggjar fiskimálaráðið teimum, sum eiga hvalabátarnar, til at taka stig til at fáa fleiri at vísa vinnuni áhuga.

Norsk bløð skriva, at í 2001 vóru 33 bátar á hvalaveiði, men í fjør vóru teir bara 19 í tali.

Norðmenn hava kunnað veitt hval hóast altjóða veiðibannið, tí Noreg mótmælti banninum, tá tað kom í 1986, og tí hevur landið ikki verið bundið av tí.

Tey seinastu árini hava norsku myndugleikarnir økt kvotuna fyri at vekja størri áhuga, soleiðis at í fjør høvdu bátarnir loyvi at skjóta næstan 1.300 hvalir ímóti 550 í 2001. Men tað hevur víst seg, at veiðan er minkað kortini, tí støðugt færri bátar skjóta hval.